Vinna

ALS-gjaldið lækkar 1. januar 2026

.

2025-11-21 13:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder




Nú er kunngerðin um at lækka ALS-gjaldið lýst.

Hetta merkir, at frá 1. januar 2026 fer gjaldið at vera 0,6 %, í mun til 0,8%, sum tað er nú.

Fyri løntakarar og arbeiðsgevarar merkir kunngerðin ein lækking á 0,2 prosentstig í gjaldinum til arbeiðsloysisskipanina.

Hetta er aðru ferð, at samgongan lækkar gjaldið til arbeiðsloysisskipanina. Fyrru ferð var 1. januar í 2024, tá gjaldið eisini lækkaði við 0,2 prosentstigum. Samlað sæð er lækkingin sostatt 0,4 prosent yvir tvey ár.

Ítøkiliga merkir hetta, at ein familja við árligari inntøku á 600.000 kr. framyvir fer at rinda 1.200 kr. minni til ALS, enn hon gjørdi í 2024 og 2025, og 2.400 kr. minni, enn hon gjørdi í 2023.

Við hesum fara fólk og fyritøkur sostatt at hava meiri pening um hendurnar eftir 1. januar 2026.

Lækkingin í ALS gjaldinum er gjørd eftir tilmæli frá stýrinum fyri ALS.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder