Annað

Minningarorð um mína kæru vinkonu og mítt elskaða systkinabarn

- Jónley á Løgmansbø.

2026-11-08 18:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eitt ljós slóknað,

øll gleði svunnin,

ein blóma følnað,

nógv tár runnin.

 

Ein saknur so stórur

innan í mær,

mítt hjarta grætur,

mær leingist eftir tær.


Í dag eru tríggir mánaðir, síðan tú fórst foldum frá. Eg havi funnið títt yrkingasavn fram og lesi orðini í yrkingini Saknur, sum tú skrivaði, einans 20 ára gomul, um okkara kæra systkinabarn Frans, sum andaðist í 1996.

Tríggir mánaðir eru farnir síðan tey tungu og óskiljandi boðini – tríggir mánaðir við døgum, har eg fangi meg sjálva í at blíva kløkk: Jónley er deyð. Hon er ikki í hesi verð longur. Tað kennist so óveruligt.

Og tað er so løgið, tí hesin tankin um deyðan er jú als ikki fremmandur – heldur hinvegin. Hetta er ein tanki og ein ótti, sum hevur fylgt okkum øllum, sum elska Jónley, í mong ár. Ja, so mong, sum Jónley lividi.

Jónley varð fødd við cystiskari fibrosu. Ein sjúka, sum spakuliga dró lívið úr hennara spinkla kroppi.

Sum smágentur skiltu vit ikki heilt, hvat henda sjúkan var fyri nakað, men vit skiltu, at hon kundi elva til, at Jónley fór at doyggja, meðan hon enn var blaðung.

Tað fylti nógv í okkara verð, at deyðin var so nærverandi í einum barnalívi, har alt átti at vera sorgleyst. Eg minnist, at vit sum smágentur tosaðu nógv um, hvussu framtíðin sá út; at granskarar og læknar fóru at finna eina viðgerð, sum fór at gera Jónley fríska. Eg minnist, hvussu vit hugleiddu um stórar eksistentiellar spurningar; um lív og deyða, um kærleika og vinalag, um sorg og gleði.

Eg hugsi mangan, at vit hava verið klókar og vitugar. At júst sjúkan hjá Jónley var orsøkin til, at vit gjørdust tilvitaðar um nøkur álvarsom lívviðurskifti á einum ungum aldri. Vit tosaðu nógv um kenslur og alt tað, sum bylgdist innan í okkum, meðan vit vóru smágentur. Vit vóru tíðliga varugar við lívsins skuggasíður, og hetta knýtti okkum tætt at hvør aðrari.

Vit fimm systkinabørnini – Frans, Jónley, eg, Birita og Johnhild – vóru javngomul, við bert trimum árum frá tí elsta til tað yngsta. Vit vóru altíð saman, tí foreldur okkara komu nógv saman. Vit eru nærum uppvaksin sum systkin tey fyrstu barnaárini. Og Jónley var mín fyrsta besta vinkona.

Eftir at vit í 1986 fluttu inn á Tvørgarð at búgva, vóru vit saman nærum hvønn dag. Tvey hús vóru ímillum okkara, so tað var lætt at renna ímillum. Vit fylgdust oman í skúla, og vit fylgdust heim. Í skúlanum vóru vit eisini saman hvønn dag.

Vegna sjúkuna skuldi Jónley hava masku tvær ferðir dagliga, og tá plagdi eg at sita hjá henni. Vit prátaðu, teknaðu, sungu ella spældu okkurt borðspæl. Jónley var ongantíð ráðaleys, so har var ikki rúm fyri at keða seg.

Eg elskaði løturnar heima hjá Trygvør og Valdemar, tí har var altíð rúm fyri nærveru og práti. Valdemar plagdi at sita við gittaranum og syngja, tá hann var heima, og vit plagdu at syngja við. Sangurin fylti nógv inni hjá teimum, og Jónley elskaði tær løturnar. Vit fýra; Jónley, Birita, Johnhild og eg sungu nógv saman, og Valdemar vandi fegin saman við okkum, og lærdi okkum at syngja í fleiri røddum.

Í kjallaranum hevði Valdemar smíðað eina senu, har vit spældu sjónleik. Við møblum, gardinum og øllum, ið hoyrir til. Vit plagdu at venja leikir, og tá vit vóru nøgdar við úrslitið, sendu vit boð út í grannalagið um, at nú var frumsýning. Børnini í grannalagnum komu at hyggja. Minnist meg rætt, rindaðu tey eina krónu ella báðar tvær í entré.

Føstulávint var hæddarpunktið á árinum. Fleiri dagar undan føstulávint fóru vit upp á hanaloftið hjá Valdemari og Trygvør at leita eftir klæðum. Vit royndu klæðini og løgdu ætlanir fyri, hvør skuldi vera hvør. Valdemar plagdi at mála og smyrja okkum, og tá hann gav Jónley fullskegg, so hon líktist einum mini-Valdemari, fingu vit láturkrampa. Ikki bara líktist Jónley nógv pápa sínum – hon dugdi eisini so sera væl at herma eftir honum, bæði við keipum og tosingarlagi. Føstulávint var ein ótrúliga stuttlig tíð, og eg fari altíð at minnast okkara stuttligu føstulávintsløtur.

Jónley var ein lítil spilop-makari. Hon fann altíð upp á okkurt skemtiligt, og hon sá tað stuttliga og ironiska í øllum. Lívsins beisku og álvarsomu síður dugdi hon at venda til látur, so alt ikki var so tungt og dapurt. Sjálv stríddist hon nógv við somu dapurleikar, men hon vildi ikki lata lagnuna definera seg sum menniskja. Hon bar við sær eina litríka palettu av stuttligum, góðum og kærleiksfullum lívsáskoðanum, og hon vildi liva lívið til fulnar.

Jónley var klók og vís – bæði innan sítt yrki sum lærari og í kenslulívi, skaldskapi og skemti. Hon dugdi at skriva søgur. Eg minnist, hvussu góðar stílar hon skrivaði sum skúlanæmingur. Hon megnaði at geva tvey yrkingasøvn út, og hon undirhelt við sínum skemti til mangar veitslur og tiltøk.

Jónley var vøkur við sínum stóru, djúpu eygum, sínum langa, tjúkka hári og flottu varrunum. Vit elskaðu at gera okkum til: sminka okkum, kreppa hárið, seta stórar oyralokkar í og pynta okkum við beinvarmarum og neon-litum – fruntin beint upp í loft, í rætta 80'ara- og 90'ara-stíli.

So dansaðu vit. Vit gjørdu koreografiir og kappaðust við okkara bestu dansi-moove`s, meðan Whitney Houston rungaði úr hátalarunum. Og viðhvørt rýmdi onkur vinkona heim, tí ósemja tók seg upp um, hvør var besti dansarin. Men tað plagdi ikki at ganga leingi, til allar vóru savnaðar aftur, og næsta verkætlan tók skap.

Í Tvørgarði var gott at vaksa upp, og gott samanhald var millum grannabørnini. Tá kavin lá, skreiddu vit í brekkunum og bygdu kavahús. Um summarið svóvu vit í tjaldi uppi í bønum, og á føstulávint slóu vit tunnu í kjallaranum hjá Valdemari og Trygvør. Eitt gott barnalív og nógv góð barnaminni.

Eg hugsi ofta um okkara uppvøkstur heima á Tvørgarði. Eg havi so nógv góð minni, sum eg veit á mangan hátt hava myndað meg til tað menniskja, eg eri í dag. Og Jónley er ein stórur partur av mær.

Tað var gott at vera barn heima hjá tykkum, góðu Trygvør og Valdemar. Tit lótu heimið upp og góvu okkum rúm at spæla og skapa okkara egnu verð inni hjá tykkum. Takk fyri tað.

Meðan eg skrivi hesi orðini, leita tankarnir eisini til Biritu, sum altíð var undir liðini á Jónley. Eg hugsi um, hvussu tað hevur verið at vaksa upp við einari systur, hvørs sjúka fylti so nógv. Ongantíð havi eg hoyrt Biritu gramt seg um nakað. Ongantíð eitt øvugt orð um, at henni eisini tørvaði uppmerksemi ella umsorgan.

Tvørturímóti hevur Birita staðið sum ein klettur undir liðini á stórusystur síni. Hon hevur kempað, tikið hond um og veitt øðrum umsorgan, uttan nakrantíð at seta seg sjálva fremst. Kærleikin millum tykkum báðar er fyrimyndarligur, og í Biritu átti Jónley ein klett í øllum lívsins ódnum.

Jónley fann kærleikan í Róðini, sum eisini hevur staðið hjá henni sum eitt álit, ein tryggur lívs- og hjartavinur og maki, og sum gav Jónley gávuna at gerast mamma til Robert, hennara einkarson og størsta dýrgrip. At gerast mamma var hennara allarstørsta ynski. Robert er hennara lívskærleiki, og hvørja løtu, hon orkaði, brúkti hon til at hjúkla um hann, stuðla honum og syrgja fyri, at hann kendi sítt upphav og ongantíð fór at vera í iva um kærleikan til hansara.

Jónley var eitt serstakt menniskja. Hon setti nógv spor eftir seg, og tómrúmið er ómetaliga stórt, serliga hjá øllum teimum, sum Jónley var so góð við.

Okkara messenger-bólkur, sum eitur Vit fýra systkinabørn og vinkonur, manglar nú eina rødd. Eina vísa, skemtingarsama, umsorganarfulla og uppsøkjandi rødd. Tað kennist tómt og meiningsleyst, at tú ikki skrivar til okkara longur. Eg sakni teg so ómetaliga nógv, tí hóast tíðin ikki var til at hittast serliga ofta, so vart tú tann, sum hálaði í okkum og setti prátið í gongd.

Góða, elskaða Jónley, eg sakni teg. Eg sakni okkara prát um lívið og um allar tær avbjóðingar, sum dagurin ber við sær. Tú dugdi at spyrja og at lurta, og tú lætst ongantíð eina ilstøðu liggja ella fara fram við uttan eitt ordiligt prát um tingini. Tú vart áhaldandi og kærleiksfull, og óansæð hvussu long tíð gekk ímillum, at vit hittust ella prátaðu, so vart tú altíð tann sama.

Takk fyri teg og tín kærleika.



Tú lýsti sum stjørnan

á myrkastu nátt,

tú vart eins og sólin,

tú hvarv alt ov brátt.

 

Mín elskaði vinur,

hjá Gudi tú er,

gloymi teg aldri,

tó ei tú ert her.

 

Minnið um teg,

mín dýrgripur er,

eg goymi tað altíð,

í hjartanum her.

 

Orðini eigur Jónley sjálv, tikin úr somu yrking, og tað er bæði vakurt og ómetaliga syrgiligt, at vit nú hugsa um bæði Jónley og Frans, tá vit lesa vøkru yrkingina.


Dagin eftir at Jónley andaðist, skrivaði eg hesa yrking:

 

nú ert tú ikki her meira

nú ert tú andi og mold

tú ert regnið,

sum fellur av himli

leggur glitrandi dropar

á grøna grasið

 

tú ert blóman, sum sprettur á vári

og ber gleði inn í stovuna,

har vit sita,

fáa okkum ein drekkamunn

og tosa um teg

 

nú ert tú ein kavaflykra,

sum leggur seg mjúkt á foldina,

so vit kunnu gera ein kavaeingil

og klemma teg

eina løtu

 

tú ert lotið,

sum syngur vakrar tónar

í oyru okkara

 

og teskar søgur um hina ferðina,

tá vit høvdu tað so stuttligt,

ella hina ferðina,

tá vit vóru ill

og sorgarbundin

 

tú letur okkum ikki fáa frið

tí tú vilt altíð vita,

altíð tosa um tingini,

altíð minna okkum á,

at einki má liggja ov leingi

í tøgnini

 

nú ert tú aldan,

sum brýtur inn á sandin,

kínir bibburnar og fær meg at flenna

at hinari yrkingini hjá tær

um at dyppa,

um at royna at kenna seg livandi

 

tú dyppaði ikki

 

men tú vart meira livandi

enn vit

 

tú elskaði lívið,

tí lívið var kærleikin —

menniskjuni rundan um teg

 

hóast títt likam var lítið

og illa slitið

av bardaganum við deyðan,

sum altíð lá á lúr,

so møtti tú upp til kampin hvønn dag

 

vit eygleiddu teg

áskoðarar

máttleys

meðan tú bardist,

 

og tá mánin setti seg á náttarhimmalin,

var kampurin altíð vunnin

 

tí vardi tað okkum ikki,

at deyðin hesaferð

gav tær banaslagið

 

nú ert tú ikki her meira

 

men vit merkja teg

 

tú fyllir stovuna

vermir okkum við kærleikanum

 

og nú síggja vit teg

betur enn nakrantíð —

í øllum,

sum vit eru,

og í øllum, sum vit gera

 

tú hevur lagt

eitt petti av tær

í okkum øll

 

tú ert framvegis her,

altíð.


Góðu Valdemar og Trygvør, góðu Birita, Ingmar og Torgunn við familju.

Góðu Róðin og Robert.

Orð kunnu ikki lýsa ta sorg og tað tómrúm, tit í dag sita eftir við. Men eg veit, at kærleikin tykkara millum var stórur. Sagt verður, at stórur kærleiki gevur stóra sorg, tí sorgin er tað, vit rinda fyri at elska mikið.

Góða Jónley.

Takk fyri góð og kærleiksfull barnaminni. Takk fyri vituga og skemtiliga sinni – vit hava flent bæði tíðum og nógv.

Takk fyri teg, mín kæra Jónley.

Hvíl í friði.

Sanna á Løgmansbø

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder