Politikkur

101 ára gamal maður fær ikki fæst pláss á ellisheiminum

Eg haldi, at upptøkubólkurin á ellisheiminum á Sýnini,  ikki tekur rættar avgerðir, tá talan er um abba mín, hin 101 ára gamla Hans Eli Hansen í Sandavági..

2026-11-08 18:25 Author image
Eyðun Myllá
placeholder

Hin 24 nov. 2024, fyri júst 2 árum síðani, reiv tekjan av bústaðnum hjá Hans Eli av ódnarveðrið, sum einamest rakti Sandavág tað ferðina. Tá bleiv Hans Eli heimleysur, og vit avvarandi, børn og abbabørn, tóku hann heim til sín at vera eina tíð.

Eftir 7 vikur,slapp hann endiliga, eftir nógvar áheitanir til Vesturvón,  inn á Sýnuna til umlætting. Har skuldi hann sleppa at vera í 6 vikur, ímeðan handverkarar settu húsini hjá honum, aftur í nýtiligan stand, hóast at vit tá longu vistu, at tað kom at taka væl longri tíð, enn hasar 6 vikurnar, íð honum vóru tillutaðar. Aftur lógu avvarandi á knøðunum, so hann slapp at vera nakrar vikur longri, inntil umbyggingin var so frætt liðug, at hann kundi gista aftur í húsinum. 

Hann kom heim aftur í húsini at búgva fastalávints mánadag í 2025.

Síðani tá hava verid avbjóðingar hjá honum, og vit sum avvarandi, føla okkum sera hjálparleys. Vit sum flest onnur hava tørv á at fara til arbeiðis, so peningur kemur í hús, til at gjalda útreiðslur, sum flestu av okkum hava.

Abbi hevur seinasta árið, fleiri ferðir gingið hattleysur og berføttur, niðri í bygdini seint á kvøldi, og um náttina. Hesar seinastu vikurnar er hann farin at ganga inn til Miðvágs, tí hann ætlar sær í Ivanshús, og fríggjadagin fyri 2 døgum síðani, gekk hann framvið høvuðsvegnum vid vakstrarhúsið í Sandavági,tíðliga á morgni í myrkri, har øll ferðslan til og frá flogvøllinum fer framvið, vid 80 til 110 kilometra ferð.

Tad er bara av góðvild frá fólki, sum síggja hendan gamla mannin, ganga illa ílætnan og berføttan fyri tað mesta, sum steðga á, og hjálpa honum til húsar aftur. At hann higartil er sloppin óskælaður, er bara tilvildini fyri at takka. Hann kundi fyri tað verið yvirkoyrdur, og tað sum verri er ☹.

Dóttirin, sum eisini býr í bygdini, tekur sær av samskiftinum vid ellisheimi á Sýnini. Hon hevur javnan sent teldupostar til Vesturvón, og hesa vikuna sent teldubræv 3 ferðir, og sigur frá støðuni hjá pápa hennara. Tad kemur standard svar, at hetta verður tikið upp á næsta fundi. Og higartil bara avvísandi svar. Tað hjálpir okkum akkurát onki. Vit hava tørv á í dag, at Hans Eli sleppur inn á Sýnina at búgva, hansara seinastu dagar.

Hetta er so stór vanærilig skomm fyri kommunurnar í Vágum. Tær hava nýtt 10 tals milliónir seinastu 10 árini, til at seta bygningin frá 1972 í nýggjan stand. Tað sum  burturúr er komið er, at nú eru færri pláss til fastbúgvandi fólk, enn tað var, tá íð ”Ellis og Avlamisheimi í Vágum ”sum tað fyrr kallaðist”  var tikið í nýtslu. Tá var Vágoyggin fremst innan eldrarøkt, nú kunnu vit ikki breggja okkum av tí longur. Vágoyggin hevur 700 fleiri íbúgvar í dag, enn íð búleikaðust í Vágum í 1972.

At abbi, sum fór til skips sum 16 ára gamal, og silgdi sín seinasta túr sum 74 ára gamal, og sum gleðiliga hevur goldið sín skatt, nú skal líta á, at tey avvarandi skullu fara frá arbeiði, fyri at taka sær av honum, burdi havt betur uppiborið.

Tit kunnu øll spara tykkum vid at svara aftur uppá nakað sum helst. Also tit, sum hava møguleikan til, at taka rættar avgerðir fyri abba. Ikki koma við tí at,” ja hann er so væl fyri likamliga, og har eru onnur, sum eru verri fyri enn hann.” Also skal man straffast, tí at man er vælsignaður vid góðari heilsu?. Tad er høvdið sum ikki klárar at fylgja vid longur, og tað er tí, at hann ikki kann vera einsamallur heima longur.

Sum tað plagar, so endar man kanska í Dagur og Viku, og tá plagar at loysna ☹

Til seinast skal ljóða ein tøkk til tær kvinnur frá heimarøktini, sum taka sær av abba morgun og kvøld. Tær hava ikki góða tíð, tí so nógv onnur sita og bíða eftir somu hjálp. Tó alt ger mun, at vit vita, at tit eru tær fyrstu, sum fara inn at hjálpa honum í gongd um morgunin, og tað sama á kvøldið.                                                                                                                         Eisini starvsfólkini á dagtilhaldinum Ivanshús fáa eina tøkk her. Tit eru ófør at taka tykkum av teimum eldru, tá tey eru hjá tykkum, millum 10 og 16 gerandisdagar. Tó má eg siga, at eg haldi ikki, at fólk íd eru farin um tey 100, skullu dúga uppá, at fara frá húsum dagliga, tí man ikki er kandidatur til ellisheim. Uttan tykkum øll, var tað svartasta vónloysi.

ees. Eg endi við at siga vid kommunurnar í Vágum. Um tit ætla, at hetta verður støðan í framtíðini, at herrópi ”slogani”hjá kommununum er ”Heima sum longst” at tað verður galdandi fyri allar ævir, og at tey sum hava fingid sær børn,skullu vera klár yvir, at tey í framtíðini koma at taka sær av foreldrunum,  inntil tey fara foldum frá. So er bara at lýsa við tí. So kunnu tey sum ætla sær at búseta seg í Vágum, taka tað við í sínari ætlan um framtíðina.

Líknandi tilstandir eru, har sum vit vanliga kallað fyri ( Til Afturskomin Lond ) har foreldur vanliga búgva hjá børnunum á gamansaldrinum, tí tey hvørki hava umstøður ella pening til,  at koma á eitt ellisheim. Eg haldi, at tað er ikki nakað at breggja sær av, serliga ikki tá vit elska at rópa okkum fyri eitt vælferðarsamfelag ☹

Vid virðing fyri abba mínum

Eyðun Myllá

Sandavágur

Í Biscaya víkini 8 novembur 2026

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder