Mentan

Andakt

”Eg eri hin góði hirðin. Hin góði hirðin setir lív sítt til fyri seyðirnar.” Jóhannesar evangelium kp 10

2025-05-05 09:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Niðri í sveisiska fjallalandinum var einaferð ein hirði, sum hevði mist eitt lítið lamb burtur. Hann legði ikki merkið til hetta fyrrenn hann var komin til hús. Hirðin fór, hóast tsð var rátt honum frá, við tað sama út at leita eftir lambinum. Boðað var frá illveðri á leiðini, men tað helt honum ikki aftur.
Leingi gekk hann runt og leitaði, til hann umsíður fann lambið. Men á heimleiðini brast illveðrið á við kavaroki og stormi. Hann lat seg úr kappanum og ballaði lambið væl inn í hann. Tað var líkamikið um hann sjálvur gjørdist kaldur og frysti í kulda, bara lambið hevði tað gott. Nú kom myrkrið eisini á hann, og hann leitaði sær lívd aftanfyri ein stóran klett. Av tí at hann var troyttur eftir stríð og langan dag, sovnaði hann, og har funnu tey hann dagin eftir – lívleysan.
Hann var frystur íhel, men lambið, sum lá inni í tí heita kappanum, var á lívi. Hirðin setti lív sítt til fyri lambið
Tá ið Jesus sigur, at hann setur lív sítt til, merkja við kærleika hansara til seyðirnar. Hann gevur lívið fyri teir. Fyri, tað vil siga í staðin fyri. Tað svarar til tað, ið hann sigur eina aðrastaðni: Størri kærleika hevur eingin enn tann, at hann letur lív sítt fyri vinir sínar. Tit eru vinir mínir.
Jesus ger greitt, at hann ikki er hvør sum helst hirði: Hirðarnir eru mangir, og teir eru bæði so og so. Men tað er bara ein, sum er hin góði hirðin. Leita vit nøkur vers longur aftur í sama evangelii, sigur Jesus, at tað hava verið nógvir hirðar áðrenn hann, men tað eru hirðar, sum vóru vánaligir og sum villleiddu seyðirnar.Teir hirðarnir rýmdu frá seyðinum, men Jesus var verandi hjá teimum og lat lív fyri teir.

John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder