Politikkur

Norðurlond styrkja samstarvið um tilbúgving

Samstarvið millum Norðurlond um samfelagstrygd og tilbúgving skal savnast tvørtur um Norðurlond og styrkjast munandi. Tað hava norðurlendsku samstarvsráðharrarnir samtykt á fundi í Norðurlendska Ráðharraráðnum í Føroyum.

Mynd: Leit.fo/Finnur Justinussen

Mynd: Leit.fo/Finnur Justinussen

2026-06-17 06:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Avgerðin er grundað á eitt stórt og støðugt norðurlendskt arbeiði á økinum, sum í dag er býtt á fleiri ymisk átøk. Við avgerðini verður lagt upp til at menna eina skrá, sum kann skapa ein meira samanhangandi og strategiskan karm fyri samstarvið um samfelagstrygd og tilbúgving.

Tilbúgving snýr seg í grundini um okkara førleika at verja borgararnar, tá ið tað veruliga ástendur. Tá kreppan rakar, er avgerandi, at vit kunnu stuðla okkum til hvønn annan, og í Norðurlondum hava vit alt at vinna við at sameina kreftirnar. Hvør sær eru vit viðkvom, saman eru vit sterk. Tí eri eg sera fegin um, at vit nú styrkja samstarvið innan tilbúgving og samfelagstrygd. Monika Rubin, danskur ráðharri fyri norðurlendskt samstarv 

Koronafarsóttin varpaði ljós á vantandi samskipan av tilbúgvingini millum Norðurlond og vísti, at frælsa flytførið í Norðurlondum er meira viðbrekið, enn vit hildu. Málið um at gera Norðurlond til heimsins mest sameinta øki krevur, at samstarvið eisini virkar væl í kreppustøðum. Tí er avgerðin í dag eitt týðandi stig á røttu leið. Bárður á Steig Nielsen, ráðharri fyri norðurlendskt samstarv

Ráðharrarnir mæla til, at ein nevnd verður sett á stovn og skipað við umboðum úr Norðurlondunum. Endamálið er at styrkja handfaringina av felags avbjóðingum, fremja vitanardeiling og fáa fleiri geirar við í eitt meira skipað og tvørgangandi samstarv á norðurlendskum stigi. Ráðharrarnir hava givið skrivstovuni hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum heimild at menna nýggju skránna um tilbúgving.

Vit gleða okkum til at leggja fram uppskot til eina norðurlendska skrá, sum kann tryggja vitanardeiling og samskipan tvørtur um geirar og lond. Júst hetta er ein av kjarnuuppgávunum hjá skrivstovuni. Karen Ellemann, aðalskrivari í Norðurlendska Ráðharraráðnum

Harumframt hittust ráðharrarnir við Markaforðingarráðnum og umrøddu fleiri mál, sum hava stóran týdning fyri frælsa flytførið í Norðurlondum. Tey umrøddu millum annað raðfestingarnar hjá Markaforðingarráðnum innan talgilding og atgongd til talgildar tænastur, samstarvið um landsfólkayvirlit, skattaviðurskifti, ið viðvíkja markaforðingum, pensjónir í tvørtjóðaligum høpi, frælsa flytførið í krepputíðum og hagtøl fyri markaøkið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder