Mentan

Andakt - At líkjast Kristi

”Lærið av mær; tí at eg eri spaklyntur og eyðmjúkur av hjarta, og tá skulu tit finna hvílu fyri sálum tykkara.” Matteusar evangelium 11.

2022-07-02 20:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Tað er ikki at undrast yvir, at Jesus vann virðing og respekt hjá lærusveinum sínum gjøgnum kærleika sín og atferð. Hann hevði eitt milt sinni og var eyðmjúkur av hjarta, og var alla tíðina virkin. Hann slapp sær ongantíð undan ábyrd. Vinarliga vegleiddi hann lærusveinar sínar, og deildi teir ongantíð ella eyðmýkti teir. Hann fekk teir ikki at kenna seg óynsktar ella ikki førar fyri at fylgja boðum hansara. Heldur rósti og eggjaði hann teimum til. Tí er ikki løgið at hann vann virðing hjá teimum.

At vera drigin av fyridømum, gleði og atferð hjá øðrum, minnir eisini hetta petti um, sum stóð at lesa um ein ungan japanesara, ið kendi seg drignan at einum eldri kristniboðara, ið var komin til land hansara. Læran, sum hesin fremmandi kom við og lívið, sum hann livdi, hevði eina slíka ávirkan á unga mannin, at hann slapp ikki frá hesum aftur: ”Um Halgabók kann broyta eitt menniskja so nógv” hugsaði hann, ”so má eg fyri ein og hvønn prís læra ta bókina at kenna.” Tað skundaði undir hann til at lesa og studera nakað, ið var fullkomuliga fremmant fyri honum. Kristna gleðin og læran var honum nakað heilt nýtt, læran um Jesus, sum var heilt øvut av læruni um aðrar átrúnaðir.

Valdsharrarnir í heimurin bera seg øvuta at. Vit kunnu spyrja reiðiliga: Hvør er størri – Pilatus, sum kann sláa nevan í borðið, og sum hevur vald til at døma ein mann til deyða á krossi, ella Jesus, ið kann doyggja á krossinum í avmakt og líðing, uttan at eitt vet av beiskleika og hevndarhuga finnur veg til hjarta hansara? Hvør er sterkast: Pilatus, sum í øllum sínum veldi og makt sigur: ”Tað, sum eg havi skrivað, havi eg skrivað!” og sum roynir at vaska hendur sínar reinar, - ella Jesus, ið kann siga: ”Faðir, fyrigev teimum, tí teir vita ikki, hvat teir gera!” Hvør er sterkast? Og hvønn av teimum báðum treingir heimurin mest til at koma í samband við í dag? Bara við trúarinnar eygum kunnu vit síggja Guð her.

Kærleikin kann doyggja, men hann kann ikki tapa; tí tað er endurskapandi megi í honum. Sum kristin eiga eg og tú at líkjast Jesusi meira og meira. Spaklyndi er ikki nakað vit gera, men spaklyndi er nakað vit fáa í fylgi við Kristusi. Hetta eigur at merkjast. at vit eru vorðin mildari og eyðmjúkari. Um vit hava eitt leiðandi starv, um vit eru foreldur, ommur og abbar, ella vit virka sum leiðarar og hirðar í kirkjuliðinum, kunnu vit spyrja okkum sjálv um tey, ið vit hava ábyrd av, merkja at vit fara við teimum eins og Jesus fór við menniskjum?

Hetta skuldi so eisini havt við sær tað, sum teksturin endar við, at vit finna hvílu fyri sálum okkara.


John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder