Mentan

Andakt - Ein nýggjur bróður

”Eigi eg at varða um bróður mín?” Fyrsta Mósebók, kapittul 4

2023-09-04 15:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Tað er kríggj, og tað hava veri kríggj, og tað verða kríggj. Fyrsta kríggi í heiminum brast á við tí fyrsta barninum, tí fyrsta menniskjanum, sum borið er í heim á hesi fold. Av øvund breyt kríggið út millum tveir brøður. Syndin og illskapurin vann á bróðurkærikanum gjøgnum misunnilsi. Um føðing Káins sigur Eva, móðir hansara: Mansbarn hevur mær ognast við Harrans hjálp. Men Eva ánaði lítið, hvat henda ogn, hesin skattur, kom at volda henni av sorg og trega.

Av øvund beindi hesin sonur hennara fyri yngra syni hennara. Tað stendur, at Káin gjørdist ógvuliga illur á Ábel bróður sín (Les 1. Mósebók kp 4), og gekk og lútaði við høvdinum. Tá segði Harrin við hann: Káin, hví ert tú illur, og hví gongur tú og lútar við høvdinum? Tá ið tú gert tað, ið gott er, kanst tú treystliga hyggja upp; men tá ið tú ikki gert tað, ið gott er, tá liggur syndin fyri durunum og tráar eftir tær; men tú eigur at vinna á henni!” Men Káin øvundaði Ábel, bróðir sín; og einaferð, teir vóru úti í bønum, leyp hann á bróðir sín og drap hann.

Tá segði Harrin við Káin: ”Hvar er Ábel, bróðir tín?” Hann svaraði: ”Tað veit eg ikki; eigi eg at varða um bróðir mín?” Men hann segði: ”Hvat hevur tú gjørt? Hoyr, blóð bróður tíns rópar til mín frá jørðini!”

Káin rýmdi burtur frá ásjón Harrans.


Guð helt speglinum upp fyri Káin til tess at hann skuldi síggja sína egnu støðu. Men heldur enn at biðja Guð um fyrigeving, so gjørdi Káin sum afrikanska prinsessan, sum í speglinum sá, hvussu mishátt hon var, men vildi ikki góðkenna útsjón sína og breyt speglið við at smekka andlitið í tað. Tá gjørdist hon ikki minni mishátt.


Káin segði: ”eigi eg at varða um bróður mín?” við øðrum orðum: Kunnu ikki onnur taka sær av tí. Hini? Tað almenna? Ella onkur annar? Har, sum Káin-spurningurin ljóðar millum menniskju, er kalt og deyði. Tann, ið setur henda spurningin: ”Eigi eg at varða um bróðir mín?” frá tí menniskja kemur ein ísakaldur gjøstur.


Tann ómetaliga mongd av synd, sum gjørdist fylgjan av tí, sum Káin framdi, verður sett sum eitt mótbílæti til ta ovurhonds náði og kærleika, sum kom við Jesusi. Mangar øldir seinni kundi ein kvinna fevna sín nýfødda son og sagt kundi vera, at vælsignað er avkom hennara.

Ein nýggjur bróður er komin, ein bróður, sum sigur: Eg seti lív mítt til fyri menniskju. Tann nýggi bróðurin er Kristus. Hann sigur: Eg eri hin góði hirðin. Hin góði hirðin setir lív sítt til fyri seyðirnar. Mínir seyðir hoyra reyst mína, og eg kenni teir, og teir fylgja mær og eg gevi teimum ævigt lív, og teir skulu allar ævir ikki glatast, Faðir mín, sum hevur givið mær teir, er størri enn allir, og eingin skal slíta teir úr hond faðirsins.


John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder