Síðani mikudagin hevur MRCC skrásett nógvar hendingar.
Fyrrapartin mikudagin fekk ein maður nógva pínu fyri bringuna á fjalli í Sandvík. Tyrlan hjá Atlantic Airways flutti mannin á Landssjúkrahúsið.
Mikukvøldið rendi Pressarin á Skerhólm - les meira her
Náttina til hósdagin var ein sjúkraflutningur úr Nólsoy.
Hósdagin sigldi Norðfinnur á eitt sandriv - les um tað her
Tyrlan hjá Atlantic Airways hevði ein sjúkraflutning úr suðuroynni í gjárskvøldið.
Í gjár var Brimil upptikin við at fylgja einum trolara á Kollafjørð. Trolarin hevði maskintrupuleikar. Uppgávan tók 10 tímar og 45 minuttir.
Brimil hevur í nátt sleipað ein trolara á Klaksvík. Uppgávan tók 8 tímar.
Klokkan 14:45 í gjár fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at tað var neyðugt hjá einum flúgvara at trygdarlenda á flogvøllinum í Vágum. Flúgvarin var á veg úr Wich til Reykjavíkar. Talan var um ein lítlan flúgvara av slagnum Beech B36TC Bonanza.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald