2025-07-25 14:17

Í onkrari týðing stendur skjøldur í staðin fyri verja. Brúka vit orðið
skjøldur, so er orðið skjøldur ella trúarskjøldur ikki eitt álopsvápn. Kortini kundi hermaðurin fyrr í tíðini ikki vera skjøldurin fyri uttan, tá ið hann bardist við langspjóti, boga og ørvum, Við hjálp av hesum vápnum kundi hann verja seg móti álopunum frá mótpartinum. ørvarnir perlaðu av skjøldrinum. Hermaðurin hevði skjól aftan fyri hann.
Eisini trúgvandi kristin treingja til at hava okkurt at verja seg við. Tey sleppa ikki undan at hin Óndi liggur teimum eftir lívinum. Eisini hann roynir at bjarga tí, ið vandi er fyri at missa. Men tað nyttar einki at fara ímóti hesum fígginda við berum nevum. Tá hava vit longu tapt. Hann er snildur í síni krígsførslu. Tað er alt ov dýrt at undirmeta hansara evnir og møguleikar. Vit noyðast framman undan at kenna hann, at bardagin er ójavnur, og tí ansa eftir, at vit hava nakað at verja okkum við móti honum. Vit mugu hava skjøldurin. Til hetta kunnu vit ikki brúka nakað sum helst av okkara egna. Hol eru sjálvt í tí besta, vit hava, og tey holini skal hin óndi fíggindi nokk raka; siktar hann væl.
Men Guð sjálvur vil stríða fyri okkum. Hann er hjálp okkara. Hann vil sjálvur verja okkum. Hann er skjøldurin. Okkum tørvar ikki annað, tá ið vit hava hann. Tað er nóg mikið. Fjaldur hjá honum hava við eitt skjól móti øllum tí ónda. Tað er ongantíð dirvisloysi at leita sær skjól hjá Guði, tá ið tað ónda er úti eftir okkum. Tað er tvørturímóti júst at trúgva. Tað er heldur ikki at fara út úr bardaganum og gerast áskoðari í stríðnum. At leita til hansara er at hava ein basa, eina herstøð at stríðast út frá. Uttan hesa herstøð er slagið tapt.
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald