Fyri Fólkaflokkin blivu øll seks fólkini vald aftur.
Fyri Sambandsflokkin stillaðu fimm av teimum sjey uppaftur, sum blivu vald á valinum í 2022. Tey fimm blivu øll vald inn aftur.
Á løgtingsvalinum í 2022 fekk Javnaðarflokkurin 9 fólk vald inn, umframt at tey endaðu í landsstýrinum, og vóru tí trý varafólk á tingið nú løgmaður útskrivaði val. Av teimum 12 sum sótu nú løgmaður útskrivaði val, stillaðu trý ikki upp aftur. Tey sum ikki blivu vald á ting aftur fyri Javnaðarflokkin vóru Eyðgunn Samuelsen, Djóni Nolsøe Joensen, Kristianna Winther Poulsen og Hans Jacob Thomsen.
Á løgtingsvalinum í 2022 fekk Tjóðveldi seks fólk vald inn, umframt at tey endaðu í landsstýrinum, og vóru tí tvey varafólk á tingið nú løgmaður útskrivaði val. Øll stillaðu upp aftur. Tey sum ikki blivu vald á ting aftur fyri Tjóðveldi vóru Eirikur í Jákupsstovu, Annika Olsen og Dennis Holm. Erling Eidesgaard hevur verið inni sum varafólk stóran part av seinastu setu, hann bleiv heldur ikki valdur aftur.
Á løgtingsvalinum í 2022 fekk Framsókn trý fólk vald inn, umframt at tey endaðu í landsstýrinum, og var tí eitt varafólk á tingið nú løgmaður útskrivaði val. Karlot Hergeirsson bleiv fast tingfólk tá ið Sólvit Nolsø fór úr tinginum í fjør. Karlot bleiv ikki valdur aftur, og Hanna Jensen stillaði ikki upp aftur.
Fyri Miðflokkin komu teir báðir inn aftur, sum vóru valdir á valinum í 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald