Vinna

Ango og Katrin Jóhanna eru komin inn

Ango og Katrin Jóhanna sleppa framat at landa í næstu viku

2024-04-13 18:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er nógvur svartkjaftur fiskaður í føroyskum sjógvi seinastu dagarnar, og tað eru fleiri skip ið bíða eftir landingartørni hjá Havsbrún.

Í løtuni landar Gamli Jupiter til Havsbrún. Gamli Jupiter hevur 2000 tons.

Gøtunes eigur landingartørn næst, og hava teir 3300 tons. Arctic Voyager eigur landingartørn mánadagin, og teir hava 1950 tons.

Ango eigur landingartørn aftaná Arcitc Voyagar, og hevur Ango 1350 tons. 

Katrin Jóhanna er seinasta skipið, sum er komi av svartkjaftafeltinum. Katrin Jóhanna hevur 1700 tons, og sleppa teir helst framat mikudagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder