Annað

Arbeiðsóhapp hendi á Giljanesi

Í gjár hendi eitt arbeiðsóhapp á Giljanesi

2026-07-15 08:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinnapartin í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at eitt arbeiðsóhapp hendi á Giljanesi.

Talan var um ein persón, sum arbeiddi við einari sag, og skar seg av henni. Av løgreglustøðini verður upplýst, at tíbetur fekk persónurin skjóta hjálp á staðnum, annars kundi skaðin blivi nógv størri. Løgreglan, sjúkrabilur og arbeiðseftirlitið blivu eisini send á staðið.

Annars hevur ferðsluløgreglan havt úr at gera.

Dagurin byrjaði millum Fjarða, har løgreglan skrivaði tríggar sakir fyri ov høga ferð. Bilarnir koyrdu 114, 103 og 87 km/t. Har var eisini ein tikin fyri at tosað telefon í bilinum.

Á Fjøruvegnum vóru tvey bilførarar tiknir fyri at koyra 84 km/t, har loyvi er at koyra 50 km/t. Tann eini hevði ikki galdandi føroyskt koyrikort, hóast viðkomandi hevur verið í Føroyum í 20 ár. 

Ein fekk bót fyri yvirless.

Í Gøtu var ein tikin fyri at tosað telefon og ein annar fyri ikki at brúka trygdarbelti.

Á Skipanesi er loyvi at koyra 50 km/t, har vóru tveir tiknir fyri at koyra 86 og 85 km/t. Har var eisini ein tikin fyri at barn undir 15 ikki sat í trygdarbelti.

Í gjárskvøldð hendi eitt ferðsluóhapp í Vestmanna. Ein ið koyrdi motorsúkklu rendi á ein bingju. Viðkomandi fekk hjálp á staðnum at sleppa til hús, men seinni var mett at best var at koma undir læknahond.

Klokkan tvey í nátt hendi eitt ferðsluóhapp uttanfyri Leirvíkstunnilin.

Í gjárskvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um, at onkur hevði gjørt eitt bál í Havn. Tað vísti seg at talan var um eitt lítið bál. Ein 13 ára gamal hevði sagt, at tað var hann ið hevði gjørt bálið. Løgreglan tosaði við foreldrini og dreingin. Sløkkiliðið sløkti bálið.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder