Ítróttur

Árni gevst á landsliðnum

Hann hevur spælt 26 dystir og skorað trý mál fyri A-landsliðið. Men nú hevur Árni Frederiksberg valt at takka fyri seg á landsliðnum.

Árni Frederiksberg er skrásettur fyri 26 dystir og trý mál fyri A-landsliðið - Mynd: Hans Erik Danielsen

Árni Frederiksberg er skrásettur fyri 26 dystir og trý mál fyri A-landsliðið - Mynd: Hans Erik Danielsen

2026-09-14 07:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

– Eg havi leingi stríðst við tankan, um eg skuldi fara í holt við eina nýggja Nations League-kapping ella ikki. Ætlanin hevur allatíðina verið at taka eitt ár afturat, men seinasta tíðin í fótbóltinum hevur fingið meg at hugsa øðrvísi.

– Vit skulu vera foreldur aftur um hálvan oktobur. Samstundis havi eg smávegis skaðar at dragast við, og harumframt fyllir arbeiðið nógv. Tí haldi eg tíðin er komin at takka fyri meg á landsliðnum.

Soleiðis sigur Árni Frederiksberg, sum fyri nøkrum døgum síðani boðaði Eyðuni Klakstein frá, at hann nú gevst á landsliðnum.

Árni Frederiksberg, sum í summar bleiv 34 ár, fekk sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum í oktobur í 2015, og við sínum framúr teknisku førleikum og vandamikla vinstra beini hevur hann sett sín dám á fleiri landsdystir og verið ein eyðsýndur profilur í føroyskum og altjóða fótbólti.

– Landsliðsárið í fjør var heilt fantastiskt. Tað var deiligt at vera við aftur, og eg vil takka venjaratoyminum fyri, at teir góvu mær møguleikan, sigur Árni Frederiksberg við heimasíðuna hjá FSF.

Næsti dystur hjá manslandsliðnum verður á Tórsvølli um smáar tvær vikur, leygardagin 26. septembur, tá Kasakstan kemur á vitjan í UEFA Nations League.

Hópurin til komandi landsliðsuppgávur verður kunngjørdur í dag, mánadagin 14. septembur klokkan 10:00.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder