Politikkur

Neyðugt at verja javnstøðuna

Vit hava nógv týdningarmikil evni á skrá í Norðurlendska ráðharraráðnum og felags ætlanir um at flyta javnstøðuna framá. Samstarv er ein týðandi partur av hesum. Saman kunnu vit bæði læra av royndunum hjá øðrum og hava størri ávirkan, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna..

Mynd: Abmr.fo

Mynd: Abmr.fo

2026-10-29 18:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hon er á ársfundi Norðurlandaráðsins í Helsinki. Har umboðar hon formansskapin í Norðurlendska ráðharraráðnum fyri javnstøðu og LGBTI-rættindi og hevur lagt fram ársins javnstøðufrágreiðing.

Í framløguni varð dentur lagdur á at verja framstigini á javnstøðuøkinum, nú grundleggjandi fólk
aræðislig rættindi eru undir trýsti.

Javnstøða og javnrættindi skulu vera ein skipaður partur av arbeiðinum tvørtur um málsøki, og øll Norðurlond eru við í samstarvinum.

Á skránni var eisini politisk samrøða við vælferðarnevnd Norðurlandaráðsins um javnstøðusamstarv og tilmæli á økinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder