2018-07-17 07:51

Tá ið Rankin fór til fiskiskap var ein 8-ára gamal Havnadrongur við skipinum. Nóa Hovgaard Olsen slapp við fosturpápa hansara til skips, sum er stýrimaður umborð á Rankanum.
Henda túrin var Rankin úti í eina viku, teir fingu 38 kør av svartkalva. 8 ára gamli Nóa treivst sera væl umborð, og lærdi at krivja bæði svartkalva og sild, og teir siga at tað lág væl fyri hjá honum. Nóa var á fabrikkini hvørjaferð teir høvdu hálað. Nóa var sera glaður fyri túrin, og læt hann væl at kokkinum.
Rankin kom inn aftur í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald