Teir journalistar, sum vilja tekkjast almennu myndugleikunum, skulu framyvir hava stuðul. Aðrir skulu ongan stuðul hava
Sjúrður
Skaale
Síðani 2017 hava privatu miðlarnir fingið eitt
lítlan almennan stuðul ??? tvær milliónir tilamans, sum eru býttar út á sjey
miðlar.
At tað almenna stuðlar privatum fyritøkum er
grundleggjandi ikki sunt, men miðlarnir vóru rættiliga kroystir fyri fáum árum
síðani. Lýsingarinntøkur fluttu til amerikanskar mastodontar sum facebook,
samstundis sum kappingin frá útlendskum netmiðlum herdist.
At vit hava privatar, frælsar miðlar hevur stóran
týdning fyri bæði mál, mentan - og sjálvt fólkaræðið. Tí varð hesin lítli
stuðul latin Og tað er einki eindømi - tað er eisini gjørt í londum, sum hava
nógv størri marknað enn vit.
Mann kann kjakast um, hvørt skipanin var rætt
skrúvað saman, men hon hevur ið hvussu verið einføld og bílig at umsita, tí
pengarnir eru býttir út eftir heilt einføldunm treytum. Síðani hava tær privatu
redaktiónirnar rátt fyri, hvussu teir eru brúktir.
Landsstýrismaður
setir treytirnar
??tlanin var, at skipanin skuldi eftirmetast
eftir nøkur ár ??? men tað verður ikki gjørt. Í staðin verður hon púra broytt.
Uppskot um hetta kemur fyri á tingi í morgin. Nú skulu øll kunnu søkja um
pengar at gera miðlatilfar fyri, og so skal ein almenn nevnd gera av, hvør skal
hava og ikki.
Rætturin at gera av hvussu pengarnir skulu
brúkast verður altso fluttur frá privatu redaktiónunum til eina almenna nevnd.
Mann kann siga, at henda nevnd í veruleikanum verður eitt nýggj, almenn
redaktión.
Nevndin skal kortini eisini hava nakrar
treytir at arbeiða eftir ??? og tær treytirnir skal Jenis av Rana,
landsstýrismaður, seta.
Vit skulu altso hava eina almenna nevnd, sum ???
sambært treytum frá landsstýrismanninum ??? skal gera av, hvat skal skrivast og
framleiðast fyri pengarnar.
Vansar
Hetta merkir fyri tað fyrsta, at skipanin
verður nógv dýrari at umsita. Tað er jú hugsandi, at sera nógvar umsóknir koma
inn, og tær skulu allar vurderast við støði í tí, sum landsstýrismaðurin vil
hava.
Fyri tað næsta verður tað, sum skal rindast
út, helst pettað sundur í sera smáar bitar.
Fyri tað triðja er lítið sannlíkt, at verandi
(veiku) miðlar fara at fáa stórvegis gagn av skipanini, tí miðlaarbeiði er ikki
sum gransking ella mentanararbeiði. Tað snýr seg ikki um ???verkætlanir???. Tað
snýr seg um at viðgera tað, sum hendir her og nú. Eingin miðil í heiminum hevur
???verkætlanir??? sum ganga hálvt ár fram.
Fyri tað fjórða er hugsandi, at nógvar av
???verkætlanunum??? skulu almannakunngerast á sosialu miðlunum. Altso á júst teimum
pallum, sum farnu árini hava tikið so nógvar lýsingarpengar frá føroysku
miðlunum. Hetta fer sostatt at gera tað enn minni lokkandi hjá føroyskum
fyritøkum at lýsa í føroyskum miðlum.
Fyri tað fimta hevur ein almenn nevnd eingi
fíggjarlig atlit at taka. Hon situr líka trygg í sessinum um hon sigur ja til
hetta ella hitt. Soleiðis er ikki við einum privatum miðli. Tað, hann ger, má
kunna seljast. Men tá hann skal søkja eina almenna nevnd um pengar, má hann
seta tey fíggjarligu atlitini til viks, tí hann skal tekkjast almennu nevndini.
Og hon tekur ikki atlit til marknaðin, men til tær treytir, sum Jenis av Rana setir
upp.
Fyri tað sætta er hugsandi, at treytirnar hjá
Jenisi fara at gelda pressuna. Hann hevur jú í útvarpinum boðað frá, at honum
ikki dámar kritiskan journalistikk. Sjálvt í public-service sáttmálanum, sum
Kringvarpið arbeiðir eftir, vil hann hava tikið tað burtur, at Kvf skal vera
kritiskt. Fara hansara treytir fyri miðlastuðli at endurspegla hesa hugsan, fáa
vit eina enn meira tannleysa pressu.
Politisk
stýring
Samanumtikið er hugsandi, at við teirri
broyting, sum Jenis hevur skotið upp, fara vit at fáa eina skipan, har
politiski myndugleikin ger av, hvat privata pressan skal skriva. Tann miðil,
sum tekkist myndugleikanum, fær stuðul ??? aðrir fáa ongan stuðul.
Hetta er altso ikki bara politiskt útluting av
journalistikki, men rætt og slætt politisk stýring av privatu pressuni.
Fólaflokkurin tosar um, at tað almenna er ov
stórt og dýrt, og at vit skulu hava minni almenna stýring. Við hesum verður tað
almenna størri, dýrari og meira stýrandi.
Sambandsflokkurin sigur seg vera liberalan.
Hetta er alt annað enn liberalt.
Mann má bara vóna, at hesir flokkar fara
at taka síni egnu stevnumið í álvara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald