Mentan

Stórverk um Jóannes bónda og skaldskap hansara

Nú tørvast skaldaljóð.

2026-10-26 08:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Jóannes bóndi var hetja hjá tjóðskaparsinnaðum og argasti fíggindi hjá samríkjafólk í síni tíð.

Kanska er myndin av honum óbroytt enn.

Hann festi kirkjubøargarð í 1892 – 26 ára gamal. Fiskivinnan tók seg upp, landbúnaðurin fylgdi ikki við tíðini, og bøndur høvdu ilt við at fáa arbeiðsfólk. Men Jóannes helt fast við ætlanina at endurreisa garðin, hann var borin til.

Í skúlatíðini í Noregi var Jóannes nógv ávirkaður av norsku tjóðskaparrørsluni, serliga málrørsluni.

Tá ið Jóannes bóndi varð valdur á fólkatingið í 1901, setti hann sær fyri, at eingin lóg skuldi samtykkjast og setast í gildi í Føroyum, fyrr enn løgtingið hevði givið henni viðmæli. Í 2026 er tað framvegis eitt óloyst mál millum fleiri politikarar. 

Hann boðaði frá, at hann fór at føra sjálvstøðugan føroyskan ríkisdagspolitikk og royna at fáa danir at skilja føroyskan sjálvbjargnispolitikk, uttan at orð sum “danskarahatur” og “separatisma” vóru krøkt uppí.

Hann fekk harða politiska mótstøðu og var fyri mongum persónligum álopum.

Henda bókin er um hansara skaldskap, sum enn er livandi og fær hjørtuni á mongum at hitna. ikki hansara politisku skriving, men hugsjónirnar seyra sjálvandi ígjøgnum skaldskapin.

Hetta er eitt stórverk, sum mæti bókmentafrøðingurin Turið Sigurðardóttir hevur arbeitt við í fleiri ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder