Vinna

Aðalfundir í Betri samtakinum

...

2018-03-23 23:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ársaðalfundir hava í dag verið í Ognarfelag Tryggingartakaranna og restini av Betri samtakinum. Fleiri nýggir limir vórðu valdir í nevndirnar í samtakinum.

Ognarfelag Tryggingartakaranna

Tríggir nevndarlimir skuldu veljast til nevndina í Ognarfelag Tryggingartakaranna á aðalfundinum í dag. Nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna mannar eisini nevndina í Betri P/F, sum er móðurfelag hjá Betri Banka, Betri Trygging, Betri Pensjón og Betri Heim.

Umboðsráðið valdi Aslaug Gisladóttir sum nýggjan lim í nevndina, meðan Karl Birgir Isaksen og Birgir Nielsen vórðu afturvaldir. Teitur Poulsen, Gunn Danielsen og Arni D. Brattaberg stóðu ikki fyri vali. Aslaug Gisladóttir er varastjóri í IRF.

Nýggja nevndin skipaði seg beint eftir aðalfundin við Birgiri Nielsen sum formanni og Teiti Poulsen sum næstformanni.

Aðalfundir í dótturfeløgunum

Eisini vórðu hildnir aðalfundir í Betri P/F, Betri Banka, Betri Trygging, Betri Pensjón og Betri Heim í dag.

Í Betri Banka varð ein nýggjur nevndarlimur valdur inn í nevnd bankans; tað er Aslaug Gisladóttir.

Nevndin í Betri Trygging fekk eisini ein nýggjan nevndarlim á aðalfundinum í dag. Talan er um Boga Nielsen, sum eisini situr í nevndini í Betri Pensjón. Bogi Nielsen starvast dagliga sum stjóri í Faroe Ship.

Nevndirnar í Betri Heim og Betri Pensjón vórðu afturvaldar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder