Vinna

Aftursvar til greinina Ov lítil ferð á grønu kósini

...

2018-11-30 07:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú nevndin í SEV rør framundir, at ov lítil ferð er á grønu kósini og samstundis kemur til taniðurstøðu, at aðrir aktørar enn teir sjálvir, herundir bóndin í Hoyvíkshaganum, eiga skuldina (ellaeru meinbogin), loyva vit okkum at koma við hesum viðmerkingunum. 

Vindrøkt hevur síðan 2003 áhaldandi arbeitt við at økja um nýtsluna av okkara grøna tilfeingi, oghevur í tí sambandi fyrireika seg til framtíðar útboð. Tá útboð hava verið hava bæði vindmátingarog onnur loyvi verði fingin til vega. 

Eftir seinasta útboð, hevur myndugleikin útvalt 10 økir, sum teir meta egnaði til vindorku. Tvey avhesum økjum eru Junkarahagin í Kvívík og Hoyvíkshagin. Hesi økir hevur Vindrøktsamstarvsavtalu við, og eru sostatt klár hjá Vindrøkt at fara í gongd við. 

Tey útboð, ið hava verið, hava verið skipað soleiðis, at ein ávísur máttur hevur verið boðin út áeinum ávísum øki, ella á øðrum egnaðum øki, sum tann, sum bjóðar, hevur atgongd til ellanýtslusáttmála við. Júst sum leisturin í okkara grannalondum er. 

Um Vindrøkt fær vissu frá orkumyndugleikunum fyri, at arbeitt verður eftir hesum sama leisti, kannt.d. vindmyllulundin í Hoyvíkshaganum verða klár komanndi ár, og geva uml. 6.000 húsarhaldumstreym longu í 2019. 

Harafturat kann SEV spara 30-40 milliónir krónur í oljunýtslu um árið.Vindrøkt er ikki vitandi um, at onnur øki eru gjørd klár, hvørki av myndugleikanum ella SEV. 

Um bara hesi bæði økini eru klár, eigur tað ikki at lastast Vindrøkt fyri at hava fyrireika seg, menliggur ábyrgdin hjá Orkumyndugleikanum og teirra ráðgeva - sum er SEV. 

At so mynduleikin hevur roynt at takað økini frá Vindrøkt og bóndanum, er ein heilt onnur søga ogskal ikki útdýpast meira her. 

Vindrøkt og festarin í Hoyvíkshaganum, sum er nevndur í greinini, kunnu ikki góðtaka at verðaákærdir av SEV fyri at verða orsøk til, at vindorkan ikki er meira útbygd í Føroyum. 

Tvørturímóti hevur Vindrøkt áhaldandi boðið sær til at fara undir verkætlanina í Hoyvíkshaganum,sum kann byrja at framleiða streym longu í 2019.Um SEV ynskir at vera við í samstarvinum, eru teir vælkomnir til tað. 

30. november 2018 

Vindrøkt 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder