Vinna

Arctic Viking landar í Kårvika

...

2018-09-09 20:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Arctic Viking er komin til Kårvika, har teir skulu landa í morgin.

Teir hava fulla last t.v.s. umleið 450 tons av rækjum, sum teir fiskaðu í smáar 4 vikur.

Prísurin á rárækjum er fallandi, men á teimum kókaðu rækjunum er prísurin rímuliga stabilur, sigur Niklái Petersen, skipari á Arctic Viking, men hinvegin er oljuprísurin farin munandi upp seinna hálvár.

Tað hava verið 17 mans við hendan túrin og harafturat ein russiskur eygleiðari, skipari var Niklái Petersen.

Eftir at liðugt verður at landa, fara teir til Tromsø, at taka útgerð og skifta fólk.

Kårvika liggur í útsynning úr Tromsø, tað tekur 2½ tíma at sigla.

Myndina niðanfyri er tikin í Kårvika.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder