Vinna

Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum verður leygardagin

...

2018-09-11 07:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum sum Skúlaskipið Dragin skipar fyri, verður leygardagin 15. september.

Mynstring til kappingina fer fram umborð á Draganum kl. 7.30. Bátarnir vera aftur at landi kl. 17. Tað er ókeyps at luttaka.

Inntøkan av sølu av fiskinum, fer óskerd til rakstur av skúlaskipið Dragin.

Uppboðssøla verður við Varpabrúnna frá kl. 17.30 til 18.30, har høvið verður at keypa sær eitt kók av feskum fiski.

Í ár verða flottir vinningarnir lætnir til teir bestu:

Nr. 1: Tvær toskatráður við el-spæli - Virði 15.000 kr. (Stuðla av JFK & Hvalnes).
Nr. 2: Tveir gávukekkar á 2.500 kr. (Stuðla av KSS)
Nr. 3: Tveir gávukekkar á 2.000 kr. (Stuðla av TTS)

Stórsti fiskur: Gávukekkur á 2.000 kr (Stuðla av WAAG & Co.)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder