Vinna

Astoria vitjar á Havnini í dag

...

2018-04-06 14:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Klokkan 10 í morgun kom ferðmannaskipið Astoria á Havnina. Tað kom hendavegin eftir at hava verið í Kirkwall. Í morgin vitjar skipið í Klaksvík.

Astoria er bygd í Svøríki, og var eisini heimahoyrandi har fyrstu árini. Skipið var tikið í brúk í 1948, og fram til 1960 var tað heimahoyrandi í Svøríki. Skipið er í dag heimahoyrandi í Portugal.

Skipið er 160 metrar langt og 21 metrar breitt. 556 ferðafólk passa umborð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder