Baldrut í rækjuvinnu í nógv ár
1. Í 90-unum mistu vit hjáveiðukvotuna av
toski og svartkalva i Eystgrønlandi og Basrentshavinum , kundu hava 49% i
Barenshavinum og 10% i Eystgrønlandi
2. 2010 Eysturgrønland bleiv lukkað vegna Makrelstríðið, men bleiv latið upp aftur i 2014 ?, men tá var onki at fáa har
3. 2015 Flemish Capp bleiv stongt fyri
allari rækjuveiðu
4. 2015 Grand Bank bleiv stongt
5. 2015 Fiskaloysi bleiv við Svalbard og
er tað enn
6. Rækjuprísurin var sera vánaligur frá 2002 og heilt til 2014 hvar hann reyk upp, men nú er hann fallandi aftur av tí normenn og russar hava økt sína rækjuveiðu
við fleiri 100%
7. Allir normennirnir- EU og flestu russisku rækjubátanir hava aðra kvotu enn rækjur eisini, bert vit ið einki hava
aftrat. Hetta ger tað serliga trupult, av tí sera lítil rækjuveiða er i Barentshavinum myrku
vetrartíðina (ca 5 mánaðar). Ongin normaður er á rækjum nú og bert ein ella
tveir fra EU, sum tó hava lov til hjáveiðu
Ljóspunkt var at føroyingar funnu
nýggjar leiðir i russiskum sjógvi har økið sum svarar til alla Føroyaleiðuna út
á 200sm. Tá vóru bert 2 russiskir
´´Plimsollarir´´ á rækjuveiðu, nú hava Russar eini 23 góð rækjuskip.
Normenn hava endurnýggjað allan sín flota sístu
4 árini meðan vit standa eftir reyv
Nógv er
tosað um nýggjar aktørar, men als onki um verðandi aktørar, ið hava ov lítið til
lønandi vinnu ella endurnýggjan ???
Núverðandi samgonga vann valið uppá at fara frá ørvitis
uppboðsøluskipanini , men alíkavæl tosar man um eina ´´endauppboðsølu´´ har
teir verðandi stóru aktørar uttan iva fara við øllum , so her er lítið ella als
onki lært.
Bjarni Petersen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald