Vinna

Betri Banki: Bústaðartørvurin í Føroyum

....

2021-03-12 14:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Bústaðartørvurin og bústaðarprísir hava fylt nógv í miðlunum í langa tíð. Fólkatalið setur støðugt nýggj met, fleiri sigast mangla ein bústað og prísirnir sigast nú vera so mikið høgir, at fólk ikki hava ráð at seta búgv. 

Betri Banki hevur í fleiri umførum greinað bústaðarbyruna í Føroyum, sum lýsir, hvussu stórur partur av tøku inntøkuni hjá einum pari við tveimum børnum fer til at fíggja bústaðin. Hendan greining skal síggjast sum eitt íkast frá Betri Banka til kjakið um bústaðartørvin í Føroyum. 

Tíverri finnast ikki hagtøl fyri, hvussu nógvar búeindir eru í Føroyum. Hinvegin hava vit fingið til vega hagtøl frá SEV yvir tal av íbindingum (el-mátarum) í teimum ymisku økjunum í Føroyum. Greiningin er grundað á, at tað er ein búeind per íbinding. Hædd skal takast fyri tí óvissu, sum kann vera knýtt at hesum grundarlagi, tí íbindingar kunnu hava onga ella fleiri búeindir. Havast skal eisini í huga, at henda greining er gjørd uttan at hava tikið atlit til møguliga broytt familjumynstur.

Árini eftir 2012 

Vit hava í greiningini niðanfyri sett sjóneykuna á støðuna í Eysturoynni og Tórshavn, tí tað er ofta í hesum økjum, at vit hoyra um vaksandi bústaðartørv. Sum sæst á mynd 2, er rákið tað sama í Eysturoynni og Tórshavn, sum í Føroyum sum heild. Tó sæst, at tað eru fleiri íbúgvar per búeind í Tórshavn og Eysturoynni samanborið við Føroyar sum heild. Flestu íbúgvar per búeind eru í Eysturoynni. Talið av íbúgvum per búeind byrjaði at lækka mitt í 00???inum í báðum økjunum, men í 2012 byrjaði gongdin at venda í Tórshavn og tvey ár seinni broyttist gongdin eisini í Eysturoynni. Vit kanna tí nærri, hvussu gongdin hevur verið í árunum 2012-2020.

 1 Akkumuleraður vøkstur merkir samantaldur vøkstur yvir tíð. Tað vil siga, at vøksturin í 2013 er samlaði vøksturin í 2012 og 2013, vøksturin í 2014 er samlaði vøksturin í 2012, 2013 og 2014 og so víðari.

2020 var í Eysturoynni áleið 360 og í Tórshavn 430 búeindir. Hetta merkir, at talið á manglandi búeindum er vaksið áleið 125% í Eysturoynni og áleið 43% í Tórshavn síðani 2017.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder