Vinna

Bill fann tekningar av Vesturskin

...

2017-05-27 10:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað var tann 15. mai at vit eftirlýstu tekningar av sørvágstrolaranum Vesturskin.

Sama kvøld setti eg meg í samband við William Higginbotham, vanliga nevndur Bill, sum er hálvur sandavágsmaður, búsitandi í Neilston nærhendis Glasgow í Skotlandi.

Og í dag 26. mai hevur hann funnið 4 tekningar á einum savnið í North Yorkshire í Englandi.

Alt skrivligt tilfar frá skipasmiðjuni Cochrane & Sons í Selby, kom til Hull Maritime Museum tá skipasmiðja læt aftur. Fyri nøkrum árum síðan sendir Hull Maritime Museum alt arkivið viðvíkjandi Cochrane & Sons til North Yorkshire County Council.

Hjá North Yorkshire County Council fæst at vita at alt arkivið hjá Cochrane & Sons er har, og tað er sera rúgvismikið, at tað tekur minst 16 dagar at leita tær ynsktu tekningarnar fram.

Men longu í dag hevur Bill fingið teldupost at tekningarnar: General Arrangement, Midship Section, Shell Extension og Profile & Deck Plan finnast í savninum og avrit kann latast av tekningunum.

Tað blivu bygdir 3 trolarar eftir hesum tekningunum. Bygginummar 1147 Leyland, 1148 Hammond(Vesturskin) og 1149 Larwood.

Vesturskin sum upprunaliga æt Hammond, bleiv bygdur hjá Cochrane & Sons í Selby í 1936 fyri Perihelion Steam Fishing Co. Ltd. v/ H.G. Grampin, reiðara í Grimsby.

Í 1939 ognartók Bretska Admiralty, Hammond og bleiv trolarin armeraður, ein sokallaðaur ASW trolari (Allied War Ship).

Í 1940 bleiv Hammond søktur av týskum flogfari uttanfyri ??ndalsnes í Noreg, men tikin upp aftur av "Kriegsmarine" (týsku marinuni) og var síðan í tænastu hjá týskarum.

Eftir krígslok í 1945 bleiv Hammond latin upprunaligu eigarunum aftur.

P/F Vága Trolarafelag keypti hendan trolaran 31. juli 1946, og eftir umfatandi umbygging í Haugesund í Noreg kom Vesturskin til Føroyar fyrst í mars 1947.

Í 1954 bleiv Vesturskin seldur til Noregs og fekk navnið Sletnes við heimstaði í Kristiansund, skipið bleiv seinni upphøgt í Sandnessjøen í Noreg.

Fyrra greinin: http://jn.fo/tekningar+av+vesturskin+1946.html

Tekningar av VESTURSKIN 1946

janerik

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder