Vinna

Lis og Beinta hava selt Kaffihúsið

Góðu gestir og viðskiftafólk hjá Kaffihúsinum.

2026-10-31 18:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit báðar vilja fegnar veita øllum tykkum, sum hava vitjað her í Kaffihúsinum millum ár og dag, eina hjartans tøkk. Hetta er ein serstakur dagur hjá okkum, tí hetta er seinasti dagur, vit eiga Kaffihúsið.

Kaffihúsið lat upp fyrstu ferð í november 2009, og óteljandi eru tey, sum hava verið á gátt øll árini síðan Kaffihúsið lat upp. Kaffihúsið setti sín serstaka dám á økið niðri í Vágsbotni, áðrenn kafé- og restauratiónslívið gjørdist ein sjálvfylgja. Hanus Kamban, rithøvundur, skrivaði, at Kaffihúsið umboðaði somu mjúku virðir, sum Kondittaríið gjørdi í eitt mannaminni. Hanus hugleiddi, at Kaffihúsið er eitt portur til sjálvsmedvit, sjálvsgloymsku, opinleika, samrøðu, diskurs ella einsliga kontemplatión. Rúmlig og vøkur orð, sum hava hingið á vegginum í Kaffihúsinum øll hesi árini.

Vit takka eisini øllum viðskiftafólki og Fiskimannafelagnum fyri gott samstarv.

Vit eru serliga glaðar fyri nýggju ánararnar, sum nú taka yvir, og ynskja teimum blíðan byr. Vit ivast onga løtu í, at tað fer at gangast teimum væl.

Loksins, ein risastór tøkk til øll starvsfólkini, sum hava lagt sína arbeiðsmegi í Kaffihúsið bæði fyrr og nú.

Lis og Beinta
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder