2019-02-02 21:51

Sverri fekk eitt útkall um middagsleitið ídag, tá ein 27 fót glastrevjabátur hevði fingið maskintrupulleikar stutt norður úr Risanum. Rescue Vón á Eiði var ikki tøkur tá, so vit valdu at geva Sverra hesa uppgávuna, veerður sagt av V??RN, og tað gekk ikki long løta til Sverri loysti av Miðvági og setti kós norður gjøgnum Vestmannasund. Kl. 15:15 boðaði Sverri frá, at teir høvdu fingið bátin trygt í havn á Eiði. Sverri valdi at taka leiðina suður gjøgnum Sundalagið á heimleiðini, tí sera gjálvut og sjóverkslit var norðantil og vestantil. Kl. 17:15 boðaði Sverri frá, at teir vóru aftur á Miðvági, og klárir aftur til næstu uppgávu.
Kl. 03:18 í nátt bað Rankin um sleip, tí hann hevði fingið maskintrupulleikar. Hann var tá staddur 2,5 fj. Í ein LS úr Borðini. Brimil fór honum til hjálpar, og kl. gott 9 í morgun kom Brimil á Runavík við Rankanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald