2018-07-18 07:34

25. juni fór Brestir til fiskiskap í eystur Grønlandi, hetta var annar túrurin teir gjørdu har yvri. Á fyrra túrinum fingu teir 230 tons av svartkalva, sum var landaður í Ánunum.
Tá Brestir fór yvir aftur til eystur Grønland fóru teir fyri at fiska kvotuna upp. Brestir hevði góð 160 tons eftir av svartkalva at fiska, og høvdu teir góðan fiskiskap meðan teir vóru í eystur Grønlandi. Brestir kom aftur á Sørvág í gjár.
13 mans vóru við henda túrin, og skipari var bíggjarmaðurin Thormann Niclasen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald