2019-04-16 20:34

Brimil kom í dag á Havnina við Fagraberg, sum teir høvdu sleipað í tvey døgn av svartkjaftafeltinum til Føroyar.
Eina løtu eftir, at Brimil var komin á Havnina við Fagraberg, tá var aftur boð eftir Brimli, nú var tað Tróndur í Gøtu, sum var áveg úr Runavík til Fuglafjørð at landa 2.600 tons av svartkjafti, teir fingu maskinbrek útfyri ??ðuvík og sendu boð eftir Brimli.
Brimil er nú áveg á Fuglafjørð við Trónda uppá sleip, eisini er sleipibáturin Samson áveg á Fuglafjørð, tí teir skulu hjálpa til at fáa Trónda til bryggju í Fuglafirði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald