Vinna

Christian í Grótinum skal landa til Havsbrún í dag

...

2018-02-04 14:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Christian í Grótinum siglir inn av svartkjaftafeltinum, teir koma á Fuglafjørð kl. 15 í dag. Teir hava 2.300 tons og sleppa at landa beinanvegin teir koma á Fuglafjørð.

Vit á JN.fo tosaðu við skiparan Páll Klein Rasmussen fyri løtu síðan, Páll segði, at veðrið hendan túrin hevur verið gott, tað var fitt at fáa í byrjaðini av túrinum, men seinastu dagarnar hevur fiskiskapurin verðið heldur lakari.

Páll segði, at svartkjafturinn er í góðum standi.

Umframt føroysku skipini, so eru eisini trý íslendsk skip á svartkjaftafeltinum sunnanfyri og okkurt russiskt skip eisini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder