Vinna

Columbus er í Kollafirði

...

2018-06-10 14:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Klokkan 8 í morgun legði ferðamannaskipið Columbus at bryggju í Kollafirði, skipið er komi henda vegin eftir at hava verið í Hetlandi.

Skipið er bygt í Frankaríki, og var tikið í sigling í 1989. Skipið hevur havt 6 ymisk nøvn, og fekk navni Columbus í 2017, tá bleiv tað eisini heimahoyrandi á Bahamas.

Skipið er 247 metrar langt og 32 metrar breitt. Umborð á skipinum kunnu 1856 ferðafólk vera, og manningin telur 700 fólk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder