JN

Diabetesheildarætlan fyri Føroyar handað landsstýrismanninum

...

2013-07-25 19:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskrivfrá Heilsumálaráðnum

Diabetesheildarætlanfyri Føroyar handað landsstýrismanninum

Á samkomu íHeilsumálaráðnum í morgun handaði ein arbeiðsbólkur Karsten Hansen, landsstýrismanninumDiabetesheildarætlan fyri Føroyar.

??tlanin fevnir um týpu 1og týpu 2 diabetes. Av tí at tey, ið hava týpu 1 diabetes, koma í eina fastaskipan beinanvegin sjúkan verður staðfest, snýr ætlanin seg í høvuðsheitum umtýpu 2 diabetes.

Arbeiðsbólkurin hevursett fram fleiri tilmæli, sum hava til endamáls at betra um viðgerðardygdina,soleiðis at tað sæst aftur í færri fylgisjúkum og sjúkrahúsinnleggingum. Millumannað verður mælt til, at tey, ið hava sjúkuna týpa 2 diabetes, skulu verðaviðgjørd í nærumhvørvinum. Harumframt skulu teir truplu sjúklingarnar við týpu2 diabetes framvegis verða viðgjørdir á Diabetesamblatoriinum áLandssjúkrahúsinum. Hetta svarar eisini til rákið í londunum rundan um okkum,har sjúklingar við týpa 2 diabetes verða viðgjørdir í nærumhvørvinum, meðansjúklingar við týpa 1 diabetes framvegis verða viðgjørdir á sjúkrahúsi.

Beinanvegin, tá KarstenHansen varð settur sum landsstýrismaður, sá hann tørvin á at fáa greinað altheilsuøkið við tí fyri eyga at kanna møguleikarnar fyri at finna aðrar og betriloysnir at skipa økið. Diabetesheildarætlanin er partur av tí Heilsunýskipan,sum arbeitt verður við í Heilsumálaráðnum, sum fer at verða viðgjørd í einumaðalorðaskifti í Løgtinginum tíðliga í heyst. Tíðin er komin at lýsadiabetesøkið av nýggjum, hetta til frama fyri borgarar og samfelagið sum heild,sigur landsstýrismaðurin. 

Sambært altjóðahagtølum yvir sjúkuna týpa 2 diabetes sæst, at talið á teimum, ið fáa sjúkuna,veksur í stórum bæði her heima og runt alla verðina. Hetta vísir, at tað er ítøkum tíma, at diabetesøkið verður tikið upp til viðgerðar, og at økið verðurskipað í fastar rammur. Vandin fyri fylgisjúkum er stórur, um tey ið fáasjúkuna ikki beinanvegin, sjúkan verður staðfest, áhaldandi fáa hjálp ográðgeving í, hvussu til ber at fáa ein góðan lívsstíl.

Landsstýrismaðurinsigur, at øll, ið fáa sjúkuna týpa 2 diabetes, skulu hava sama rætt til viðgerðog eingin ivi skal vera um, hvagar tey skulu venda sær við sjúkuni. ??ll skuluhava sama møguleika fyri viðgerð og vegleiðing um sjúkuna, hvar í landinum teybúgva. Málið hjá landsstýrismanninum er, at sjúklingarnir skulu kunna livaðeitt virkið og gott lív og kunna verða á arbeiðsmarknaðinum sum longst.

Til ber at tálmasjúkuna við kosti og kropsligari rørslu, tí eigur fyribyrgjandi arbeiðið atvera sjónskt í samfelagnum, sum ein natúrligur partur av gerandisdegnum. Viðgóðari viðgerð og ráðgeving ber annaðhvørt til at fyribyrgja, at diabetesyvirhøvur brýtur út ella í øðrum lagi at útskjóta diagnosuna í nøkur ár.

 

 

Heilsumálaráðið,25. juli 2013

 

 

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder