2018-09-09 09:32

Finnur Fríði kom á Tvøroyri í nátt við 500 tonsum av makreli, sum teir landa til Varðan Pelagic.
Á Varðanum Pelagic siga tey, at á nýggju fabrikkini riggar alt, teir hava fíninnstillað so gott sum alt, og tey eru vælnøgd.
Vit á JN.fo ynskja Varðanum Pelagic og øllum teimum mongu arbeiðsfólkunum alt tað besta við nýggja virkjinum - og Harrans signing.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald