Vinna
Fiskastykkið - ein perfekt caféuppliving
...
2019-08-29 06:42
Jóanis Albert Nielsen Ikki er tað ofta tað hendir, men í dag havi eg altso havt eina perfekta caféuppliving. Tað er ein uppliving, har alt svingar sum tað skal, har formur og innihald samsvara og har tú sum gestur følir ómak og nærlagni í øllum staklutum í tíni uppliving og tað snýr seg um alt frá innrætting av hølunum til samanseting av matinum á tallerkinum og til sjálva matgerðina. Hesa uppliving, sum eg av hjarta viðmæli øllum lívsnjótarum, hevði eg saman við vinkonum á Fiskastykkinum í Sandavági. Talan er um søguligar pakkhúsbygningar, sum liggja ??ti á Gjógv á økinum, sum tey brúktu at turka og pakka klippfisk fyrr í tíðini. Har er praktfult at koma inn, tí caféin er so heilt sjáldsama vøkur. Har er hugsað um allar staklutir ??? alt riggar saman í teimum sera modernaðu, ljósu, norðurlendsku caféhølinum, sum eru sofistikerað og rá og anda av føroyskari søgu, les meira á listaportal.com her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald