2019-03-01 22:22

Føroyingar hava í nógv ár reypa av at vit eru millum fremstu
fiskuvinnutjóðir i Heiminum, soleiðis er als ikki longur tíverri.Vit sum sigla t.d. Í Barentshavinum sýggja hendan verðuleika hvønn
dag, arðir koma við nýggjum effektivum skipum meðan vit syngja sísta
vers.
Hetta er ótrúliga óhugaligt at verða vitni til meðan okkara landstýri
als onki gerð fyri at bøta um, men tvørturímóti einans vilja hava meir
avgjald frá Reiðara/fiskimanni.
Eg skilji teir uppá ein máta væl, tí hví skullu lúsa ólærdir fiskimenn
fortjena meir enn hægstu embatismen ??? sjálvandi eru teir
avinsjúikir.
1. Onki nýtt skip komið , hetta meðan Grannatjóðir okkara hava
endusnýggja allan sín flota .
2. Nú fiski eg saman við øllum tjóðum i Barentshavinum (við Føroyingum
á brúnni og trolbassar osv) hetta sigur vælsaktans at tað er ikki
fólk okkara ið galið er við
3vit hava als ongan politik viðv. at seta nýtt fólk við eins og
Normenn o.a.við spirantum
4. ongan politikk hvat viðvikir hjálp til nýbygging og nýumvæling eins
og alllir arðir
Tvørtímóti verða forðingar lagdir fyri investeringshuga við
avmarkingum við t.d. ørvitis uppboðsølu og tilfongisgjaldi.
5.Eitt EU skib sum vit fiska saman við og fiskar ca tað sama sum vit
og landar sama stað hevur ca 15 mill/ár meir eftir enn vit alt annað
líka
Eg giti at ein orsøk til hesa støðu er at tey sum ráða hava als
ongan kunnleika til fiskarí ella sjóvinnu,. Flestu sum sita í
Landstýrinum koma frá tí almenna og rímiligt royna tey at betra um
sítt arbeiðspláss og hava ikki skil fyri vinnuni.
Man tosar um líkarætt, HER burdi verið líkarættur at minst 50% av
løktingslimun skuldu komið frá vinnuni
Bjarni Petersen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald