Vinna

Framherji keypt Høgaklett

...

2013-07-22 21:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Framherji í Fuglafirði hevur keypt Høgaklett frá Varðanum í Gøtu, tað váttar Anfinn Olsen reiðari fyri skipini.fo

"Jú, vit hava keypt skipið fra gøtumonnum, og skipið er í løtuni úti á feltinum saman við hinum nótaskipunum. Vit hava keypt skipið frá varðanum, tí at tað skal nýtast til at hini skipini Tróndur í Gøtu, Finnur Fríði, Tummas T, Jupiter og Fagraberg skulu kunna pumpa uppí Høgaklett. Eisini skal Høgiklettur hála í tá ið tørvur er á tí" sigur Anfinn Olsen reiðari.

Anfinn Olsen vil ikki upplýsa søluprísin, men hann sigur at keypari og seljari eru nøgdir við avtaluna.
Høgiklettur hevur eisini fingið loyvini frá Høgaberg. 

Kelda:www.skipini.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder