2020-10-09 11:27
Fyrra hálvár hjá Trygd var merkt av stórum skaðaendurgjøldum í sambandi við illveður í
fyrsta ársfjórðingi og avlýstar uttanlandsferðir orsakað av COVID-19. Viðskiftafólkini hjá
Trygd fingu samanlagt góðar 50 mió. kr. í endurgjaldi í tíðarskeiðnum.
Gongdin við ársbyrjan var góð og merkt av øktum virksemi og hækkandi inntøkum. ??rslitið fyri fyrra
hálvár gjørdist tó munandi verri enn upprunaliga væntað orsakað av ódnarveðrinum tíðliga í ár og
støðuni viðvíkjandi COVID-19. Nærum 300 fráboðanir um skaðar kring alt landið vórðu viðgjørdar
eftir illveðrið fyrst í mars. Farsóttin elvdi til sera nógvar fyrispurningar frá viðskiftafólkum í sambandi
við avlýstar uttanlandsferðir, og hetta hevur havt sjáldsama stórt arbeiðstrýst við sær hjá Trygd.
Samanlagt fingu viðskiftafólkini góðar 50 mió. kr. í endurgjaldi ársins fyrstu seks mánaðir.
???Hóast skaðar ongantíð eru hugaligir, so fegnast vit um at hava fingið høvi til at hjálpa
viðskiftafólkunum í sambandi við stormskaðar og avlýstar uttanlandsferðir. Tað er júst tað, sum er
kjarnin í okkara virksemi. Avlopið gjørdist munandi verri enn væntað, men vit eru eitt sterkt felag
við góðum rakstri, og tí tola vit eitt bakkast,??? sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd.
Nógvu stormskaðarnir og avlýstu uttanlandsferðirnar ávirkaðu eina annars góða gongd hjá
felagnum. Skaðaprosentið fyri hálvárið var 77,6 %, sum er óvanliga høgt. Til samanberingar var
skaðaprosentið sama tíðarskeið í fjør 60,5%.
Leiðslan væntar, at virksemið fer at roynast betur í seinna hálvári. ??tlitini eru tó knýtt at stórari
óvissu, av tí at tað er trupult at meta um, hvussu leingi og álvarsliga farsóttin fer at ávirka gongdina.
Eisini kann illveður, sum er vanligt fyri vetrarhálvuna, hava stormskaðar við sær, ið ávirka úrslitið.
Lønarvøksturin í føroyska samfelagnum hevur verið 2-3 % seinastu árini, og av tí sama er tað
vorðið dýrari at umvæla skaðar, ið koma á hús, bilar o.a. Árliga prístillagingin hjá Trygd hevur
higartil verið 1 %, og sostatt er kostnaðurin fyri at umvæla skaðar hækkaður munandi skjótari enn
árliga prístillagingin. Tískil er tørvur á at endurskoða lønsemið í tryggingunum, og í tí sambandi fer
Trygd at hækka árligu prístillagingina upp í 2 %.
Hálvársroknskapurin í stuttum
- Hálvársúrslitið áðrenn skatt var 0,2 mió. kr. samanborið við 7,3 mió. kr. sama tíðarskeið í
fjør.
- Hálvársúrslitið eftir skatt var 147.000 kr. samanborið við 6 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.
- Tryggingartekniska úrslitið var 636.000 kr. samanborið við 7,5 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.
- Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum hækkaðu við 5,5 mió. kr. samanborið við sama
tíðarskeið í fjør og eru nú 80,9 mió. kr.
- Skaðaendurgjøldini hækkaðu úr 36,7 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør til 50,6 mió. kr.
- Bruttoskaðaprosentparturin var 77,6% samanborið við 60,5 % sama tíðarskeið í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald