JN

Grindin ið legði beinini í gjár hevur eitt virði á 1.6 mió. kr.

...

2016-08-29 12:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Hevði grindin ið legði beinini í Hvannasundi verið seld í smásølu, so hevði grindin havt eitt virði uppá kr. 1.659.450,-.

Karl Johansen, sýslumaður sigur, at tað vóru 67 hval ið løgdu beinini, og at grindin var 598 skinn. Grindin varð býtt í rakstrarpartar, og til onnur. Tað skrivaðu millum 350 og 400 fólk seg upp til rakstrarpart, og tey hava fingið eitt skinn í part, sigur Karl Johansen. Restin verður býtt til onnur, m.a. Herbergi.

Eitt skinn av grind er 50 kilo tvøst og 25 kilo spik, og um tað verður selt í smásølu so er kiloprísurin kr. 37 fyri kilo, men so gott sum einki verður selt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder