Vinna

Guðrun Zachariassen verður lækni í Sandoyar læknadømi

...

2018-09-04 14:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Guðrun Zachariassen er sett í fast læknastarv í Sandoyar læknadømi.

Guðrun er ikki ókend her um leiðir, hon hevur verið avloysari á Sandi seinastu tíðina, skrivar Sands kommuna.
Hon kemur sostatt í starvið, sum Petur Højgaard hevur røkt í nógv ár.
Guðrun er sett í starv, frá 01 septembur 2018, og eru hervið bæði læknastørvini á Sandoynni mannaði. Jóna Hansen røkir hitt læknastarvið.
Sands kommuna ynskir Guðrun hepna hond við arbeiðinum.

Kelda: Sands kommuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder