Vinna

Havborg landar góð 400 tons av rækjum

...

2013-07-24 16:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Havborg, sum hevur roynt í russiskum sjógvi í Barentshavinum, kom til Tromsø sunnukvøldið, teir hava fulla last - góð 400 tons av rækjum. Havborg byrjaði túrin 16. juni.

Í Tromsø hava teir bunkrað, tikið útgerð og skift fólk, so var leiðin løgd til Karavik, har teir nú landa rækjurnar. Tá liðugt verður at landa verður farið nýggjan túr.

Artic Viking royndi eisini seinasta túr í russisk sjógvi, teir royna í Smoguni nú, Artic Viking hevur uml. 360 tons inn, Artic Viking lastar uml. 450 tons av rækjum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder