Ítróttur

Hesir byrja ímóti Slovakia

Klokkan fimm seinnapartin byrjar UEFA Nations League dysturin á Tórsvølli millum Føroyar og Slovakia.

Odmar Færø leiðir føroyska liðið á vøllin ímóti slovakum - Mynd: Jóhanna Thomsen

Odmar Færø leiðir føroyska liðið á vøllin ímóti slovakum - Mynd: Jóhanna Thomsen

2026-10-02 19:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Fyri triðju ferð, síðani Føroyar fingu altjóða limaskpa í UEFA og FIFA, skal føroyska manslandsliðið royna seg ímóti Slovakia. Tað verður í kvøld klokkan 19:45, tá londini møtast í UEFA Nations League á Tórsvølli.

Talan er um triðja dystin í eina viku, ið av góðum orsøkum er avbjóðandi fyri leikararnar. Men allir eru væl fyri, og tað er tí eitt sterkt lið, ið Eyðun Klakstein og Atli Gregersen senda á vøllin frá byrjan.

Mattias Lamhauge verður í mál, og verjuna manna Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, ið eisini er liðskipari, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson og Martin Agnarsson.

Á føroyska miðvøllinum frá byrjan vera Poul Kallsberg, Géza Dávid Turi, Jóannes Bjartalíð og Hanus Sørensen, og fremsti maður verður Petur Knudsen.

Eykamenn eru Ari í Haraldstovu Petersen, Bárður á Reynatrøð, Viljormur Davidsen, Samuel Chukwudi, Emil Weihe Joensen, Heini Vatnsdal, Jørgen Nielsen, Áki Samuelsen, Adrian Justinussen, Aron Benjaminsen, Jann Benjaminsen og Mattias Hellisdal

Í undankappingini til HM 1998 vóru Føroyar í bólki saman við Slovakia. Báðir dystirnir endaðu við sigri til slovakar. Tann 31. august var tó um reppið at Føroyar fingu eitt stig á Svangaskarði.

Jan Allan Müller javnaði tá ein tími var spældur, men í allar seinastu løtu eydnaðist tað Peter Dubovsky at senda eitt fríspark beinleiðis í netið, og harvið fóru slovakarnir avstað við øllum. Góðar tveir mánaðar seinni møttust liðini aftur, og tá vann Slovakia 3-0 á heimavølli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder