2026-11-14 14:27
Tey eru boðin við til Tartu Folk, ið er ein festivalur um søgu-og sangmentan. Hesi ungu eru ein bólkur í felagnum “Ung í dansi”, ið er eitt limafelag í Sláið Ring. Umframt at tey hava framførslur runt í býnum, hava tey frálæru í dansi og dansispølum, eins og tey eisini sleppa at royna aðrar dansir.
Meginpartin av Føroyum eru umboðaðar í ferðalagnum, heilt frá Norðoyggjum til Sandoynna. Tey uppliva nógv, hava tað stuttlig og hugna sær mikið á hesi ferð. Við í viðførinum heim aftur, eru, afturat upplivingunum, eisini nýggj vinarløg, bæði í tí føroyska hópinum og yvir landamørk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald