Á eitt ára stovningardegnum hjá Heimafriði í dag, handaði felagið skipasmiðjuni MEST heiðursbræv.
Tað var Trina Eysturoy, forkvinna, sum handaði
Mouritz Mohr, stjóra, heiðursbrævið. Grundgevingin fyri heiðurinum er, at MEST
hevur gjørt sítt til at tryggja borgarum í grannalagnum hjá skipasmiðjuni
heimafrið.
Við slíkum heiðuri ynskir Heimafriður at heiðra
fyritøkum og kommunum, sum taka atlit til sínar grannar og borgarar.
Síðani Heimafriður var stovnað er ein broyting
farin fram. Serliga er tað skipasmiðan MEST, sum hevur framt broytingar.
Seinastu tíðina eru nærum øll skip, sum eru komin á skipasmiðuna á vestaru
bryggju í Tórshavn løgd til landstreym. MEST hevur sjálvt tikið stig til hesa
broyting.
Harafturat hevur MEST boða borgarum frá, um
teir gera eitt hvørt arbeiði, sum larmar serliga illa og leggja arbeiði til
rættis soleiðis at gangurin órógvar minst møguligt. Hesa broyting merkja
grannarnir til skipasmiðjuna sera væl.
Mouritz Mohr, stjórið á MEST, tók ímótið
heiðursbrævinum. Stjórin á MEST og starvsfólkini eru sera fegin og ovfarin um
heiðurin. Mouritz Mohr helt ikki sjálvur, at teir hava gjørt so nógv, men við
teimum tiltøkum, sum MEST hevur sett í verk vísir fyritøkan samfelagsábyrgd.
Eisini er hetta prógv um, at smáar broytingar, kunnu gera ein ómetasliga stóran
mun fyri Heimafriðin hjá borgarum.
Heiðursbrævið
Heiðursbrævið til MEST er soljóðandi:
Heimafriður vil við hesum heiðursbrævi takka MEST fyri at
skipa soleiðis fyri, at skip, sum MEST hevur havt í varðveitslu, í rúma tíð
ikki hava órógvað tey, ið búgva í økinum við vestaru bryggju í Tórshavn.
Tykkara íkast vísir, at MEST tekur samfelagsábyrgd. Hetta
hevur ómetaligan stóran týdning fyri heimafriðin hjá teimum sum búgva í
grannalagnum.
Vegna felagið og nevndina í Heimafriði
Trina Eysturoy
Forkvinna
Tlf. 210913
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald