2019-03-09 09:37

Sum deildarleiðara fyri matvørudeildina er sett Malan Mikkelsen. Malan er útbúgvin matvørukandidat frá DTU í 2007. Malan starvast sum eftirlitsfólk á matvørudeildini. Malan byrjar beinanvegin í deildarleiðarastarvinum.
Sum deildarleiðara fyri nýstovnaðu veterinerdeildina, er settur Áki Mannbjørn Mortensen. Áki er útbúgvin djóralækni frá Den kgl. Veterinær- og Landbohøjskole í 1983.
Áki hevur starvast 2-3 ár á Heilsufrøðiligu starvsstovuni og eisini verið Landsdjóralækni í nøkur ár, áðrenn hann í 1994 flutti til Danmarkar, har hann síðan hevur starvast sum privatstarvandi djóralækni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald