2018-08-17 13:20

Heykur og Rankin komu á Runavík í nátt fullir undir lúkurnar, teir landa 505.000 pund til Faroe Oringin, meginparturin av veiðuni er upsi.
Teir hava roynt vestanfyri í eina góða viku.
Heykur plagar at partrola við Falk, men Falkur hevur verið á beding, hann er klárur aftur nú.
Komandi túr far Rankin nýggjan makkara, tá kemur eitt par inn og annað skipið skal á beding, tá ið liðugt er at landa.
Ein partur av veiðuni er boðin út á Fiskamarknaðinum:
HEYKUR - ( FD 1203 ) | RUNAVÍKAR HAVN | 08-08-2018 | 17-08-2018 | 34.200 |
RANKIN - ( FD 108 ) | RUNAVÍKAR HAVN | 08-08-2018 | 17-08-2018 | 28.500 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald