2018-04-26 08:02

Høgaberg, sum hendan túrin hevur fiskað í ES-sjógvi einar 60 fjórðingar suður úr føroyska markinum, kom á Fuglafjørð um 4-tíðina í nátt við 2.000 tonsum av svartkjafti.
Vit á JN.fo tosaðu umborð seint í gjárkvøldið, teir vóru tá staddir tætt suður úr Munkafles, teir søgdu, at fiskiskapurin var hampuligur í ES-sjógvi, har vóru nøkur skip, bretsk og donsk.
Høgaberg sleppir at landa leygardagin, í løtuni landar Christian í Grótinum, so skal Hoyvík landa og so Jupiter áðrenn Høgaberg eigur tørn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald