2018-01-08 20:27

Høgaberg kemur á Fuglafjørð seint í nátt við 1.300 tonsum av makreli,sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði, teir koma tó at bíða eftir landingartørni, tí fleiri skip skulu landa áðrenn teir koma framat.
Høgaberg hevvur roynt vestur úr Orknoyggjunum á uml. 53N og 5V.
Teir hava silgt spakuliga norðuryvir, bæði tí teir ikki sleppa at landa beinanvegin og eisini fyri at spara makrelin undan ringari viðferð.
Høgaberg fer aftur á makrelveiðu, tá ið teir hava landað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald