Vinna

Hoyringsskriv frá verksmiðjutrolarunum í Barentshavinum

...

2019-02-14 13:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hjálagt avrit av hoyringsskrivi, sum Verksmiðjutrolararnir í Barentshavinum hava sent til Fiskimálaráðið í sambandi við broyting í kunngerð um at bjóða út rættindi á uppboðssølu í 2019.

Hoyringsskriv 

Viðv.: Kunngerð um broyting í kunngerð um at bjóða út rættindi á uppboðssølu í 2019: Tygara málnr. 18/00606-27 

Sum tykkum kunnugt, so hava verksmiðjutrolararnir í Barentshavinum ferð eftir ferð víst á, at skipinieystanfyri ikki hava fingið sama lut í økta tilfeinginum, sum aðrir skipabólkar. 

Núverandi kvota er ikki nógv meira enn miðalkvotan, sum hevur verið seinasta 41 árini, og tí meta vitikki, at tað er rætt, at luta part av kvotuni til uppboðssølu. 

Tí er tað hugstoytt, at tilfeingið í Barentshavinum, enn einaferð verður bjóðað út á uppboði ??? og enntávið broyttum treytum í mun til undanfarin ár. Men hetta koma vit nærri inn á niðanfyri. 

Opin ella afturlatin uppboðssøla 

Í broytingarskrivinum til uppboðssøluna er lagt upp til at gera broytingar í mun til uppboðssøluna, sumvar galdandi seinasta ár. 

Nú er nýggi leisturin, at 2.312 tons ella 76% av kvotuni, sum verður seld á uppboði í Barentshavinumskal seljast í afturlatnari uppboðssølu, og at rættindahavarin skal rinda ásetta boðið. Hetta er einvesentlig broyting í mun undanfarna ár.

Í Uppriti frá 31. Mai 2016 frá Fiskimálaráðnum verður greitt frá um marknaðarprís í sambandi viðafturlatnu uppboðssøluna. Her verður undirstrikað, at við at lata lægsta eindarprísin áseta prísin, so ertað hesin prísur, sum er marknaðarprísurin ??? brotið úr uppritinum sæst niðanfyri: 

???Tilboðið, sum hevði lægsta eindarprísin av teimum tilboðum, sum komu upp í part, ásetir eindarprísin,sum øll skulu rinda. Á henda hátt rinda øll sama prís - marknaðarprísin - fyri somu vøru. Keyparar, iðhava bjóðað marknaðarprísin ella hægri sigast at hava vunnið uppboðssøluna???.

 Í uppriti frá Fiskimálaráðnum frá 3. januar 2019 í sambandi við uppboðssøluna á Flemish Cap, sumeisini var framløgd við at hægsti prísur var galdandi, var eingin ??? tvs. EINGIN ??? frágreiðing um, hvímarknaðarprísur ikki er marknaðarprísur longur! 

Men í viðmerkingunum til núverandi broyting er henda orðing komin inn í viðmerkingarnar: 

Broyting í § 12, stk. 4. - Ymiskar afturlatnar uppboðssølurEin onnur broyting í mun til undanfarnar uppboðssølur er, at nøkur av stutttíðar rættindunumverða seld á afturlatnari uppboðssølu, har tann, ið letur boð, skal rinda prísin, hann hevurbjóðað. Undanfarin ár hevur lægst vinnandi boðið altíð avgjørt prísin, øll skulu rinda áafturlatnari uppboðssølu. Á opnari uppboðssølu er vanligt at hava ymiskar prísir til allarvinnarar av boðum. 2 

Til nakrar av boðrundunum í 2018 sóu vit, at nakrir av aktørunum bjóðaðu ein sera høganprís, og at nøgdin, hesir verandi aktørar bjóðaðu, lá beint undir útbodnu nøgdini. Hetta førditil, at eingin nýggjur aktørur fekk møguleikan at koma upp í part. Fyri at skapa eina meirajavnbjóðis kapping verður roynt at forða fyri omanfyristandandi við, at tey, ið lata boð inn,skulu rinda prísin tey bjóða á afturlatnari uppboðssølu eisini. 

Orsøkin til, at bert stutttíðar rættindi hava ymiskar prísir er, at prísirnir á hesum rættindumkunnu útjavnast yvir ár, meðan prísirnir fyri langtíðar rættindi eru galdandi upp í 8 ár (sumprosentpartur), og verður mett, at í tí førinum er betur at hava eins prís til allar vinnarar avboðum. 

Men framvegis ikki eitt orð um marknaðarprís! 

Brotið omanfyri er eisini beinleiðis skeivt. Sagt verður, at eingin nýggjur aktørur fekk møguleika atkoma upp í part, men hetta er ikki rætt fyri Barentshavið, tí Thor Fisheries P/F ásetti ein stóran part avprísinum í Barentshavinum ??? tí nýggi aktørurin kom upp í part. 

Einki verður sagt í viðmerkingunum frá Fiskimálaráðnum um, hvussu nógvir nýggir aktørar vóru við íuppboðssøluni, og tí er tað ringt ella ómøguligt at fyrihalda seg til hesar upplýsingar. 

Og tað, at eingin av hesum nýggju aktørunum var innanfyri minstaprís, vísir eisini, at hesir eru undirtann marknaðarprís, sum Fiskamálaráðið grundgevur fyri í skrivi sínum frá 31. mai frá 2016, sum ersiterað fyrr í hesum skrivi. 

Líka løn fyri líka arbeiði 

Eitt av aðalmálunum í dagsins samfelag og hjá sitandi samgongu hevur verið, at lata líka løn fyri líkaarbeiði fyri bæði kyn, men við nýggja leistinum fyri uppboðssølu, sum landsstýrismaðurin skjýtur upp,verður hetta ikki galdandi. 

Uppskotið viðførur harumframt, at ein ikki fær líka løn fyri líka arbeiði fyri sama kyn. 

Hetta tí, at nýggi leisturin fyri afturlatnu uppboðssøluna ger, at prísurin sum einstøku skipini rinda fyrifiskin er ymiskur, og tí kemur tað at henda, at tað verður maðurin á dekkinum, sum í størsta munverður straffaður, um hesin er við einum skipi, sum hevur bjóðað hægsta prísin ??? skipini koma at fiskalið um lið, men manningarpartur verður ikki roknaður út á sama grundarlagi. 

Uppboðssøla skal vera opin 

Vit vilja tí staðiliga mæla til, at somu uppboðssølutreytir verða galdandi fyri afturlatnu uppboðssølunasum undanfarin ár. 

Vit skulu tó ikki dylja fyri, at best hevði verið, um nevnda uppboðssøla varð avtikin, men við tað, atFøroya Løgting hevur samtykt, at uppboðssøla skal vera, so mugu vit sjálvandi fyrihalda okkum tilhetta.

 Men tað má ikki vera soleiðis, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum á hvørjum ári skal gerabroytingar sum honum lystir, ella sum Páll Gregersen so væl segði tað, ???sum tá smágentur spælahandil við steinum???. 

Um politiski viljin framvegis er, at uppboðssøla skal vera, so vilja vit mæla til, at henda verður opin, ogá sama hátt, sum hon hevur verið mongu seinastu árini á Fiskamarknaði Føroya, har ein veit hvørjumein bjóðar ímóti, og alt er alment á einari almennari uppboðssølu, soleiðis at fiskimálaráharrin og 3núverandi samgonga kunnu liva upp til orðini um treytaleyst nærlagni, klokkuklárar mannagongdir,rættartrygd og fult gjøgnumskygni. 

Tað sær út til, at endamálið við uppboðssøluni í Barentshavinum er at taka rættindini frá teimum, sumhava fiskað í Barentshavinum í skjótt 100 ár. 

Er hetta veruliga so, so er betur at kalla ein spaka fyri ein spaka, og taka hesi rættindi, og ikki royna atgera øll møgulig krumspring fyri at fáa fatur á hesum, og á tann hátt skapa ótrygg viðurskifti oglivilíkindi fyri manningarnar og eigarar á hesum skipum. 

Men sum undirstrikað fleiri ferðir: 

- Skal uppboðssøla vera - latið so alt verða selt á opnari uppboðssølu 

Vit skulu upplýsa, at vit altíð eru tilreiðar at koma á fund við Fiskimálaráðið og landsstýrismannin ífiskivinnumálum fyri at greiða nærri frá okkara sjónarmiðum, sum eru nevnd frammanfyri. 

Vinalig heilsan 

Verksmiðjutrolararnir í Barentshavinum


P/f Enniberg                                                 P/f Akraberg FD 10                  P/f J. F. K. Trol

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder