2018-09-03 19:38

Hoyvík fór fyrr í dag at sigla inn av makrelfeltinum norðanfyri, teir hava roynt á umleið 64N og 4V.
Hoyvík hevur 600 tons av stórum og góðum makreli, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði, teir sleppa framat at landa á middegi í morgin.
Tá ið liðugt er at landa fara teir beint aftur til fiskiskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald