
Bjarni Petersen skrivar á Facebook:
Føroyska fiskivinnan er heilt uppstegga síða 2007 eftir loyvini blivu uppsøgd, hetta meðan øll okkara grannalond hava bygt nýggj nýmótans skip.
Um eg skal taka eitt dømi er at tá Arctic Viking var 1 ár komu Grønlendingar umborð at hyggja eftir skipinum og bygdu sær síðan Reginu C eftir A Viking modelli enntá somu farvu:). Síðan hava somu menn bygt 6 nýggj skip hvørt størri og betri enn tann fysta. Nýggjasti av teimum Svend C siglir pendulfart inn á Kollafjørð at landa fulla last av makreli, ein nýmótans rækju og uppisjóar skip, ikki kann sigast annað enn at man er ikki sørt avinsjúkur
Tá vóru arðir menn sum vóru í Javnarflokkinum sum Tummas Arabo og Atli Dam, og í Tjóveldisflokkinum Jógvan Post og ??ssur av Steinum
ONGIN skal fortelja mær at verðandi ´´Nýskipan´´ ger tað lættari at endurnýggja okkum við verðandi uppboðsølu og høttan um minst 60% uppboðsølu (helst 100%) og ikki umsetilig langtíðar loyvir sum øll okkara grannalond hava.
Heldur ONGIN skal fortelja mær at nú er lættari at sleppa framat fiskvinnunu, men beint tvørtímóti faktis ómøguligt, spir bara fíggjarstovnarnar.
HV?? kann fiskivinnan ikki samanlíknast við alivinnuna sum koyrir fínt ?? og fáa langtíðarloyvir ??
Almenna Kontórshavn skilir ikki at tað er útfutningur ið fýggjar teirra arbeiði fyri ein stóran part.
Nei her er okkurt spinnandi galið við samgonguni sum skýrir verðandi reiðarar Barónar og bandittar og hava ´´fingið´´ fólksins ogn fyri onki verður jabba uppísaman aftur og aftur. Nei her hevur ONGIN fingið nakað fyri onki.
Trupuleikin er at fólk sum ikki eru inni í fiskivinnuni trúgva hesum pástandum bara tað er onkur Frøðingur sum ikki hevur pissa i saltan sjógv rópar aftur og aftur og sleppur til orðanna í ??t og Sjónvarp konstant. Tey venda tað deyva oyra til tá menn sum hava skil á hesum ávara ummaftur og ummaftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald